HB hevur gullið á silvurfati

Tað er stórur rómur í norðara húsinum í Gundadali ídag.

Viðhvørt hevur tað verið buldraligt í ár, men nú er tað komið hartil, at FM heitið og gullkrónurnar liggja á silvurfati.

Hóast spælararnir hava fokus á avbjóðingini ímóti B36, sum teir halda vera sera stóra, so er tað ein veruleiki, at tað hava verið meiri fyrireikingar enn vanligt til dystin ídag.

Í HB hava tey nógvar royndir við at feira FM, og tað er ikki longri síðani enn í fjør, at síðsta FM heitið var vunnið.

Julian Hansen hevur síðani 13. september - dagin eftir eyðmýkjandi 4-1 tapi á heimavølli ímóti FC Suðuroy - verið venjari í barndómsfelagnum, og 13. september hevði hann ikki roknað við, at tað skuldi eydnast at fáa fýra sigrar og ein javnleik burturúr fimm teimum seinastu umførunum:

- Eg segði ja. Sjálvandi eigur HB altíð at vera við í kappingini um meistaraskapin, men 13. september hugsaði eg ikki so nógv um FM. Um onkur tá hevði sagt mær, at úrtøkan í fimm teimum næstu umførunum fór at verða fýra sigrar og ein javnleikur, so hevði eg hildið tað vera órealistiskt. Eisini tí talan var um torførar uppgávur, tá ið sæð verður burtur frá AB í Gundadali: Víkingur, EB/Streymur og ÍF á útivølli og NSÍ á heimavølli. Hetta vóru øll oddaliðini, og tá ið tað frammanundan hevði verið so soltið ímóti teimum í niðara enda á talvuni, so bar illa til at ímynda sær, at tað skuldi tørna soleiðis út, sum tað nú hevur gjørt. Men nú eru vit her. Talan hevur verið um tættar uppgerðir, men tað hevur lagað seg soleiðis, at vit ídag sjálvir hava møguleikan av tryggja okkum FM, og tað kennist sera væl.

Julian Hansen var venjari í HB seinnapartin av kappingarárinum 2005, og hann minnist týðuliga, hvussu tað lagaði seg fyri fimm árum síðani. Eftir 26 umfør var B36 á odda við 51 stigum, HB var næstfremst við 50 stigum, og Skála var á triðja plássi við 49 stigum. Í síðsta umfari var finala í grannauppgerð í Gundadali, og tá tryggjaði B36 sær FM heitið við 2-1 sigri.

-Tað var einki serligt hjá okkum í HB. Nú mangla vit eitt stig, men tað skal eingin ivi vera um, at vit ætla okkum at vinna í morgin. Vit mugu seta ein kíla í B36 hagtølini. Fyri okkum í HB kennist tað rangvørt, at vit ikki hava vunnið á grannunum síðani 2008. Sjálvandi fara vit at fegnast, um vit við javnleiki tryggja okkum FM heitið, men eingin skal ivast í, at vit fegnir vilja vinna dystin, og tað fara vit at spæla fyri, sigur Julian Hansen.