HB leingir við miðvallara

Tróndur Jensen heldur fram í HB.

HB og Tróndur Jensen hava longt um sáttmálan, soleiðis at miðvallarin verður verandi í høvuðsstaðarfelagnum. Tað boðar HB frá á facebook í kvøld.

Longdin á nýggja sáttmálanum verður ikki upplýst hjá 26 ára gamla Tróndi Jensen, sum hevur spælt í HB alt sítt vaksna lív undantikið í 2015, tá ið hann spældi við AB.

Tróndur sleit krossbandið fyrr í ár og hevur verið undir skurði, men hann verður væntandi at síggja aftur á vøllinum í 2020.

Hetta er triði sáttmálin sum HB kunnger síðstu vikuna. Felagið hevur eisini longt við Teit M. Gestsson og Hørð Askham.