HB lyfti seg

2. deild: Við sigrinum á NSÍ fekk HB skapt eina hampuliga trygga frástøðu til botnin

HB-NSÍ 4-2 (0-1)


Fortreytirnar hjá liðunum báðum vóru rættuliga ymsar undan dystinum leygardagin. Ikki tí, bæði høvdu tey tørv á einum sigri, men meðan tað hjá NSÍ ráddi um at vinna, um frástøðan til oddin ikki skuldi gerast størri, var støðan hin øvugta hjá HB. Undan dystinum vóru teir nevnliga á einum 8. plássi.


Munurin á stigatalvuni sást tó ikki aftur í spælinum, tí stóran part av dystinum vóru tað teir hjá HB, sum høvdu betra spælið. Tað gjørdi helst eisini góðan mun, at so royndir menn sum Jónleif Sólsker, Bjarki Mohr og Sámal Erik Hentze, sum nú er venjari hjá liðnum, vóru við, umframt at Pætur Dahl nú aftur er at síggja á næstbesta HB liðnum. Merkisvert at HB venjarin ikki tóktist hava tørv á honum til týdningarmikla dystin í Klaksvík.

Hóast yvirvágina í spæli, so var leingi líkt til, at fyrri hávleikur skuldi enda málleysur. Móti endanum av hálvleikinum fekk NSÍ tó eitt heldur óneyðugt brotsspark, og hetta setti Dan Lamhauge trygt í netið.


Hóast henda hvøkkin, so megnaði HB skjótt at skapa javnvág. Tíðliga í seinna hálvleiki eydnaðist tað Eyðuni Samuelsen at skjóta upp á 1-1, eftir at Annfinn Gaard hevði lagt innfyri úr høgru. Nakað seinni skeyt Annfinn sjálvur móti málinum. Bólturin hevði kós við síðuna av, men Gunnar Mohr fekk nærum liggjandi beint bóltin í málið.

NSÍ megnaði at toga seg upp á javnt, tá Bergur Winther við einum dómadagsskoti sendi fríspark úr 25 metrum í kassan, men so var liðugt hjá gestunum.

Pætur Dahl legði HB á odda aftur, tá eitt innlegg dalaði niður í handara málhorn, og Eyðun Samuelsen kundi staðfesta sigurin, eftir at Jónleif Sólsker hevði hevði leikt hann fullkomuliga leysan.


Við sigrinum kann HB komandi vikurnar draga andan eitt sindur lættari. Fjarstøðan niður til botnsessirnar øktist, og allar helst er hetta eisini týdningarmesti setningur teirra hetta kappingarárið.

Komandi vikuskifti skal HB til Hvalbiar at vitja, og vinna teir hendan dystin, munnu teir í øllum hava tryggjað, at teir ikki enda niðastir í deildini.

Tá skal NSÍ á heimavølli taka ímóti LÍF. Úrslitini hjá báðum liðum hava verið heldur misjøvn. Úrtøkan hevur tó verið hampulig, men ein sigur tykist vera neyðugur hjá báðum liðum, um tey skulu gera sær vónir um at enda á einum heiðursmerkjaplássi.


HB-NSÍ 4-2 (0-1)

0-1: Dan Lamhauge (br.)

1-1: Eyðun Samuelsen

2-1: Gunnar Mohr

2-2: Bergur Winther

3-2: Pætur Dahl

4-2: Eyðun Samuelsencute;narnir bóltandi út ímóti áskoðarunum, ið sita í skvatlandi gummibátunum í bølamyrkri.

Teir tríggir tónleikararnir leggja út við etniskum jazzi, og flyta seg so yvir í føroysku klassikararnar og spæla millum annað lagið "Í búri", ið hóskar óvanliga væl til høvið.

Áhoyrararnir sita í djúpari tøgn í bátunum, meðan tónleikararnir spæla upp ímóti ekkóinum frá teirra egnum tónum. Aukustikkurin í hellinum er soleiðis vorðin, at ein tóni "hongur" í luftini í eini tíggju ella fimtan sekund. Tí er tað ikki lítið krevjandi hjá tónleikarunum, ið allatíðina mugu fylgja við ekkóinum, ið er ymsikt, alt eftir hvønn veg trombone og hátalarar venda.

Konsertin er sálarsmyrsl av størstu dygd.

Hóast staddur inni í einum á nógvar mátar ræðandi helli í bølamyrkri, so kundi tú ynskt tær at verið verandi her allan dagin, bara so leingi, sum tónleikurin fyltið rúmið. Fyri hvørt lag, ið liðugt er, kemur ivin á teg, men so lætnar aftur, tá næsta lag kemur ekkóandi út úr veggunum.

Men einaferð er liðugt, eftir ein góðan hálvan tíma, og fólk klappa. Konsertin er liðug, og gongd verður sett á motorarnar aftur.

Teir halda ein djúpan basstóna, og meðan áhoyrararnir verða sigldir út, og tónleikaútgerðin verður pakkað saman, spælir trombonin eitt lag í sama duri, sum motorarnir liggja í.


Uppliving til sølu

Komin aftur á Norðlýsið verður siglt ein túr undir fuglabjørgini, og so gongur leiðin til Havnar.

Men hvat - fleiri av ferðafólkunum koma aftur til skiparan og greiða frá, at bilar teirra standa á Gomlurætt.

Tað var annars nettup tað, ið var ætlanin við bussinum fyrr um dagin - at fólk ikki skuldu koma í klemmu av bilum.

Men ferðafólkini eru heppin. Áðrenn tey hava nátt at klaga um vánaliga upplýsing ella hvat tey kunnu finna uppá, hevur Birgir Enni longu tikið bjargingarvestarnar fram aftur, og er farin at toga størra gummibátin fram.

Stutt eftir eru átta fólk og ein skipari á veg inn á Gomlurætt at heinta bilarnar.

Eftir umborð standa tey, ið lítlan tima seinni stevan inn á Havnina við vælhildna bláa skipinum, ið hevur siglt sín seinasta túr hendan dagin.

Í morgin eru aftur tveir túrar á skránni, og tónleikararnir fáa boð um at møta klokkan tíggju.

Jú, Føroyar hava meira enn ein gamlan umskeldaðan múr og annað eygnakrás at bjóða fólki.

Her verða óspiltar upplivingar seldar. At føroyskt tilrættaleggingarhegni eisini er partur av upplivingini, ger hana ikki minni óspilta.