HB: Lyklaspælari heldur fram

Havnar Bóltfelag hevur nú fingið tvey av fýra plássum í verjuni upp á pláss

Jógvan Rói Davidsen hevur longt sáttmálan við HB. Høgri bakkurin hevur altíð spælt í felagnum og er væl lýddur, tí hann er so ágtrýtin í sínum spæli og gevur alt hann eigur.

 

Les eisini: Teitur til Danmarkar at venja

 

26 ára gamli høgri bakkurin er eisini drúgvur. Tað sæst millum annað á dystartalinum í ár, har hann spældi 25 av 27 dystum í landskappingini fyri HB. Hann vann sær fast pláss á liðnum í 2011 og hevur spælt har síðani.

 

Les eisini: Teit kemur ikki heim aftur

 

Tað hevur gingið strilti hjá HB at fáa lagt putslispælið fyri komandi kappingarár. Nú byrjar so ein grund at hómast, tí nýggjur venjari er Heimir Guðjónsson, meðan Bartal Wardum verður annar í miðvejruni.

 

Les eisini: HB ari heldur fram í HB

 

Hinvegin, so er Jóhan Troest Davidsen fluttur til NSÍ, meðan Teitur M. Gestsson og Ári M. Jónsson royna seg uttanlands. Teitur M. Gestsson skal í komandi viku royndarvenja við AC Horsens í Danmark, meðan Ári M. Jónsson hevur verið í Sandnes Ulf og Viking Stavanger. Tað er enn óvist hvar teir spæla komandi kappingarár.