Seinnapartin vera tveir dystir leiktir í Betrideildini hjá monnum.
Klokkan 15 byrjar dysturin við Løkin í Runavík millum NSÍ og ÍF.
NSÍ hevur fyrr í ár vunnið 4-2 og 3-0 á ÍF í Fløtugerði í Fuglafirði, og NSÍ er eisini stórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum at vinna dystin móti ÍF við Løkin í Runavík:
##med2##
Klokkan 17 byjar dysturin á ovara vølli í Gundadali í Havn millum HB og Skála.
(FM1 sigur beinleiðis frá dystinum).
HB hevur bæði á útivølli og á heimavølli vunnið 3-0 á Skála í teimum báðum fyrru uppgerðunum millum liðini fyrr í ár. HB er eins og NSÍ ein stórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum at vinna dystin móti Skála, ið byrjar klokkan 17 í dag:
##med3##