Eftir at HB tapti heili 4-1 í venjingardysti ímóti NSÍ fyri tveimum vikum síðani, var HB-avrikið munandi betur í gjárkvøldið, tá ið liðini hittust aftur í Havn. Hesaferð var tað HB, sum vann dystin 2-0. Málini skutu Jákup á Borg og Páll Mohr Joensen. B36 spældi eisini venjingardyst, og teir vunnu 4-1 ímóti B68. Málini hjá B36 skutu Bergur Midjord, sum gjørdi tvey, Allan Mørkøre og Fróði Benjaminsen.