HB ræðist eftirspælið

Finnbogi Arge, formaður í HB, kallar dagin søguligan, men ræðist eftirspælið av UEFA pengunum

Í dag bleiv kunngjørt, at vinningurin fyri at koma í Champions League og Europa League verður øktur. Fyri B36, HB, Víking og NSÍ merkir tað áleið 600.000 krónur í eyka inntøkum fyri kappingarárið 2014.

 

Les eisini: Yvir tvær milliónir eyka frá UEFA

 

- Hetta eru góð tíðindi fyri føroyskan fótbólt. Eg vil siga, at hetta er ein søguligur dagur, sigur Finnbogi Arge, sum er í Stokholm, har UEFA og ECA, felagið fyri feløgini í Evropa, hava verið til samráðingar.

 

Les eisini: Yvir hálv millión til HB og Víking

 

Formaðurin í HB er tó varin, tá hann tosar um øktu inntøkuna, sum millum annað HB fær ágóðan av.

 

- Eg ræðist, at fólk halda at hetta eru eyka pengar, sum feløgini fáa. Sannleikin er, at hetta eru pengar, sum fara til at fáa fíggjarætlnina at hanga saman. Flestu føroysku feløgini hava ein tungan rakstur, ið bara hongur saman orsaka av nógv fríviligum arbeiði, sigur Finnbogi Arge og leggur aftur.

 

- Hetta eru eisini pengar, sum feløgini hava mist seinnu árini við minkaði áskoðaratølum og stuðlsavtalum. Fakta er, at vit eru í haraðir kapping við útlendskan fótbólt í sjónvarpinum, meðan vit eru í harðari kapping við annan ítrótt um stuðulspengarnar. Tí kemur hetta væl við, men tað merkir ikki, at vit fara at gera nýggjar dýrar sáttmálar, sigur Finnbogi Arge formaður í HB, at enda.

 

FM vinnararnir úr B36 fáa áleið 650.000 krónur afturat teimum 2,4 milliónunum, sum gamla avtalan gav FM vinnarunum. HB, Víkingur og NSÍ fáa áleið 600.000 afturat teimum 900.000 krónunum, sum gamla avtalan tryggjaði teimum.