HB saknar vinnaran av íbúðini

Onkur, sum hevur keypt ein lutaseðil í SMS, hevur vunnið eina íbúð í Havn. Viðkomandi veit hinvegin ikki av tí.

Tað sigur Jógvan Páll Lassen, sum vegna HB, hevur staðið á odda fyri søluni av lutaseðlunum hjá HB, har størsti vinningurin var ein íbúð í Havn.

Sambært honum var drigið millum seðlarnar tann 13. mai í ár. Hóast felagið hevur lýst á heimasíðuni og í bløðunum, hevur vinnarin ikki gjørt vart við seg.

Søgur hava annars verið um, at tað er HB, sum hevur vunnið sín størsta vinning – ein íbúð í Havn – men tað veit Jógvan Páll Lassen einki um.

- Tað verður sagt so nógv, og tað tími eg ikki at fyrihalda meg til. Eg veit einki um, at HB hevur vunnið íbúðina, sigur hann.

Tað eru fýra vinningar í alt, sum framvegis ikki eru avheintaðir.