Fótbóltsfepurin í Fuglafirði er høgur, og tað er ikki sørt, at tey í ÍF leguni – serliga tey uttanfyri vøllin – aftur og aftur minna á, at nú er teirra lið millum tey í topp fimm.
Í stevnudystinum í dag var møguleiki hjá ÍF at vinna úrtøku ímóti einum av teimum heilt stóru. Toppliðið HB var stevnugestur. Skaðalistin hjá HB er alinlangur, og tað verður leitað mest sum við lykt fyri at finna skikkaðar álopsspælarar.
Heimamenninir bardust sum úlvar á skóg, og tað var spenningur til síðsta bríksl, tí ÍF legði alt tað fyri, sum teir reyðu áttu í sær og næstan meiri enn tað. Í evstu løtu varð lagt innfyri úr høgru, og liðformaðurin Jan Ó. Ellingsgaard stútaði dygst framvið handara stólpa, og so var liðugt.
HB vann 2-1 og verður eisini eftir 11. umfar topplið.
ÍF legði seg á odda í 6. minutti. Langt útspark, Uros Stojanov snittaði víðari til Hans Jákup Lervig, sum varð leysur innanfyri verjuna, og av brotsteigarmarkinum fluktaði hann bóltin inn við stólpan.
HB hevði risa møguleika at javna í 14. minutti. Daniel Johansen legði við horna innfyri úr vinstru, og Bartal Wardum stútaði dygst framvið handara stólpa.
HB var greitt omaná, og lukkan var fleiri ferðir nógv betri enn forstandi hjá ÍF verjuni, sum ikki fekk mál ímóti sær fyrr enn ein lítil hálvur tími var farin.
Mathias Nygaard stútaði til 1-1 í 29. minutti. Nógv av HB spælinum gekk fyri seg í vinstru, har Daniel Johansen var framrættaður og sera eyðsýndur. Mads Boe Mikkelsen dró út frá í brotsteiginum og legði bóltin til handara stólpa, har Mathias Nygaard við høvdinum setti bóltin dygst inn við stólpanum.
HB spældi seg til støður og møguleikar, men tað var ÍF, sum átti nógv tann størsta møguleikan. Eftir innlegg úr vinstru sneiddi Hans Jákup Lervig seg leysan av miðverjuni, og úr góðari støðu og seks metrar úr málinum smekkaði hann til. Men Teitur Matras Gestsson í HB málinum stórbjargaði við beinparadu og umvegis tvørtræið.
Ein minutt undan steðginum spældi Mathias Nygaard seg eftir eitt tvey samanspæl í høgru heilt leysan í málteiginum eitt vet til høgru. Hann royndi at lyfta bóltin framvið málverjanum, men Jákup Nolsøe Olsen stórbjargaði.
Og so var tað, at Teitur M. Gestsson í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, stórbjargaði so heilt framúr, tá ið Hans Jákup Lervig royndi seg úr fimm metrum.
Eftir steðgin myndaðist tað fyri tað nógva, sum tað hevði gjørt í fyrra hálvleiki.
Favorittarnir fluttu seg betri fyri hvørjum øðrum, og teir vóru tryggari á bóltinum og í samanspælinum, og leingi gekk tað væl meiri fyri seg á ÍF hálvuni. Í 66. minutti eydnaðist tað HB at leggja seg á odda 2-1 við málinum, sum vísti seg at vera sigursmálið.
ÍF misti í uppspælinum, akkurát innskifti Hilmar Leon Jakobsen spældi fram í vinstru til René S. Joensen, sum sendi bóltin millum beinini á ÍF málverjanum, ið var noyddur at leypa úr málinum.
Báðir málverjarnir høvdu fleiri góðar bjargingar, og heilt til síðsta bríksl vóru spentar støður, men tá ið alt kom til alt, var tað toppliðið, sum vann, og framvegis bíða fuglfirðingar eftir, at teirra lið skal vinna á teimum í toppinum – øðrum enn Víkingi.
ÍF – HB 1-2 (1-1)
1-0: Hans Jákup Lervig 6.
1-1: Mathias Nygaard 29.
1-2: René S. Joensen 66.
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
ÍF. Jákup Nolsøe Olsen – Sjúrður Pauli Nielsen, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard, Andy Ó. Olsen (Gundur E. Petersen, 80.) – Hákun Edmundsson, Karl Løkin – Hans Jákup Lervig, Philip Djordjevic, Ari Ó. Ellingsgaard (Dánjal á Lakjuni, 55.) – Uros Stojanov
HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Samuel Johansen Chukwudi, Bartal Wardum, Heri H. Mohr – Mikkel Frankoch, Mathias Nygaard, Dan í Soylu, Daniel Johansen – René S. Joensen (Áki D. Samuelsen, 80.), Mads Boe Mikkelsen (Hilmar Leon Jakobsen, 63.)