HB styrkir um hópin

Fótbóltur: HB, sum liggur á 5. plássi í Effodeildini, hevur skrivað sáttmálar við Jóhan Troest Davidsen og Rók av Fløtum Jespersen

Báðir tveir verða knýttir at felagnum árið út. Hetta skrivar Havnar Bóltfelag á heimasíðu sínari.
Jóhan, ið er uppvaksin í Saltangará og hevur traðkað sínar barnaskógvar í NSÍ, hevur eisini eitt stutt skiftið umboðað Skála. Jóhan hevur verið á øllum ungdómslandsliðunum eins og hann hevur verið fastur fúsur á A-landsliði okkara.
Everton í Onglandi sá eisini eyðsæddu gávurnar unga manninum, tí har hevur hann verið partur av teirra ungdómsliðið sum lærlingur.
Seinastu tíðina hevur Jóhan Troest Davidsen leikt í Århus Fremad. Jóhan er 24 ára gamal og roynist væl í verjupartinum, har hann mest hevur leikt miðverji, men hevur eisini roynt seg á bakkunum.
Rókur av Fløtum Jespersen er longu væl kendur í felagnum, og hevur traðkað sínar barnaskógvar har. Rókur er framrættaður miðvallari, og er eisini skrásettur fyri onkran A-landsliðsdyst.
HB liggur í løtuni á 5. plássi átta stig aftanfyri EB/Streym og KÍ á oddasessunum.