HB tók fyrsta steypið

Annað árið á rað megnaði HB at vinna Stórsteypadystin, sum Lions Club og Fótbóltssambandið skipa fyri – og so er fótbólturin altso aftur farin á rull…

Seinnapartin í gjár varð føroyska fótbóltskappingin sparkað í gongd, tá føroyameistararnir í HB og steypavinnararnir í Víkingi hittust í ársins Stórsteypadysti á ovara vølli í Gundadali. Hetta er dystur, sum Lions Club í Føroyum og Fótbóltssambandið skipa fyri í felag.
Hetta var fjórðu ferð, at hesin dystur var fyriskipaður eftir núverandi leisti, og meðan hetta var triðju ferð, at HB var við, var hetta fyrsti dysturin av hesum slagnum hjá Víkingi. HB vann í fjør og hevur havt stóra Lions-steypið standandi í sínum steypaskápi, og tá dysturin í gjár var liðugur, fór steypið aftur í sama skáp.
HB vann dystin 2-1, og ikki vóru meira enn 11 minuttir farnir, tá Fróði Benjaminsen gjørdist leysur í brotsteiginum hjá Víkingi og skoraði trygt. Tá kundi tað sama verið 2-0, tí longu í fyrsta álopinum hjá HB hevði Andrew av Fløtum ein stóran møguleika, men rakti ikki málið.
Liðini raktu bæði málið ímóti endanum á fyrra hálvleiki, men meðan royndin hjá Víkingi endaði á stongini, endaði tann hjá HB á yvirliggjaranum, og tí var støðan 1-0 til HB, tá spælararnir sluppu at hvíla seg millum hálvleikirnar.

Tvey mál aftrat
HB hevði samanumtikið havt munin í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin var Víkingur nógv meira við, so tí kom tað kanska ikki so óvart á, at toppskjúttin í fjør, Finnur Justinussen, javnaði til 1-1 stutt inn í seinna hálvleik. Hetta gav teimum ljósabláu enn meira trúgv upp á tað, og nú sat Víkingur í eina løtu á tí nógva.
Hevði dysturin endað við javnleiki, hevði verið neyðugt við brotssparkskapping fyri at fingið hann avgjørdan, og leingi sá út til, at tað kundi gerast endin. Men fimm minuttir fyri tíð var Rógvi Poulsen á blettinum fyri HB og skoraði til 2-1, ið eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Sostatt hevur HB sum tað fyrsta liðið vunnið tveir Stórsteypadystir. Sum vanligt, tá so lítið er runnið av árinum, var spælið hjá hvørgum liðnum serliga polerað, men báðir partar royndu sítt besta, og í løtum var tað slett ikki so galið.

Stórsteypadysturin 2010
HB-Víkingur 2-1 (1-0)
1-0: Fróði Benjaminsen, 11.
1-1: Finnur Justinusen, 55.
2-1: Rógvi Poulsen, 86.