HB tevjar altjóða atgongumerki

Fýra av HB spælarunum hava bundið seg at felagnum í fleiri ár aftrat, og fleiri av TB spælarunum eru burturstaddir í landsliðsørindum

Tá ið HB hvørki vinnur FM ella steypa­kappingina, so kann ikki sigast annað, enn at kappingarárið er kiksað. Undir øllum umstøðum halda teir í sigursvanda felagnum seg ikki hava rokkið málið, tá ið teir ikki eru bestir í aðrari ella hinari kapp­ingini ella helst í teimum báðum!
Minsta málið er at kvalifisera seg til altjóða fótbólt. Leingi hevur eisini tað málið verið langt burtur, men úrslitini seinastu vikurnar hava lagað tað soleiðis, at nú er møgu­leikin at vinna atgongumerki til altjóða fótbólt ikki heilt burtur.
Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur HB vunnið fulla úrtøku við málmuninum 10-0. Úrslitini hjá HB og kappingarneytunum hava lagað seg soleiðis, at tað nú bara er eitt stig fram til KÍ, sum undan tveimum teimum seinastu umførunum er á Europa Cup plássi. Málmunurin hjá HB er síðstu vikurnar styrknaður so mikið nógv, at um tað skuldi komið soleiðis fyri, at liðini eftir 27 umfør eru jøvn í stigum, so verður HB frammanfyri.
HB verjuspælið var leingi trilv­andi. Tølini tríggjar tær seinastu ferð­ir­nar siga, at tað er vorðið hópin tættari, og í gjárkvøldið kunn­gjørdi HB, at nýggir sáttmálar eru undir­skrivaðir við fýra, sum í ár hava verið við til at manna verjuna.
Alex José dos Santos og Jógvan Rói Davidsen hava skrivað undir trý ára sáttmálar, sum bera við sær, at teir vera í HB hópinum fram til og við 2015. Tróndur Jensen og Rógvi S. Holm hava skrivað undir tvey ára sáttmálar, sum bera við sær, at teir vera í HB hópinum fram til og við 2014.
Allir teir, sum seinastu vikurnar hava verið við til at manna HB liðið, eru tøkir undan TB vitjanini í morgin. Merkisvert er tað, at Símun Rógvi Hansen nú hevur vunnið plássið millum stólparnar. Hann hevur verið málverji tvær tær sein­astu ferðirnar, tá ið Teitur M. Gestsson hevur sitið á beinkinum. Fram til og við 23. umfar var Teitur M. Gestsson fastur maður í mál­inum.

TB spælarar í Estlandi
Stríð fyri at sleppa undan niður­flyting er á dagsskrá hjá aldurs­for­set­anum. Síðsta sunnudag eydnaðist tað TB við 1-0 sigri í Runa­vík at fáa ávísan lætta í botn­stríð­num, har tað framvegis er stórur spenningur.
Undan vitjanini í Gundadali er tað greitt, at tríggir av ungu monn­unum, sum plaga at vera við til at manna besta liðið, ikki vera við ímóti HB. Talan er um Eirik Magnusarson, sum seinastu ferðirnar hevur verið fastur vongverji í høgru, Ragnar Tausen, sum hevur verið miðvallari í vinstru og Poul Ingason, sum onkra ferðina hevur verið skiftur inn í álopið.
Ólavsøkuaftan endaði tað 4-1 til heimaliðið, tá ið HB hevði vitjan av TB.

HB - TB
Dagfinn Forná
leygardagin klokkan 16.00