Fótbóltur
Stríðið um tað eftir hondini so væl kenda Páll Mohr Joensen málið hevur nú fingið enn eina tonn uppeftir. Mánakvøldið fingu umboð hjá FSF, VB/Sumba og EB/Streymi vitjan av løgregluni, sum hevði innkalling til fútarættin við sær. Her hevur HB biðið um, at fútabann verður sett fyri dystinum á Eiði mikukvøldið, tí teir fyrst vilja hava greiðu á, hvørt tað er rætt, at teir vórðu dømdir at tapa dystin móti VB/Sumba tann 25. mars.
Maktarsloysi
Í HB sigur Steinfinnur Mittelstein, stjóri í P/F Havnar Fótbóltur, at tey avgjørt ikki eru feign um hetta stigið, men at tey síggja hetta sum eina seinasta útveg.
Verður dysturin á Eiði spældur í annaðkvøld, so óttast vit, at málið bara sleppur at glíða burtur. Kappingarnevndin hevur eisini fingið áheitanir frá eitt nú ÍSF um at flyta dystin eina viku, soleiðis at málið kann verða avgreitt innan fyri ítróttarligu karmarnar. Á sín hátt er hetta kanska eisini eitt úttrykk fyri maktarsloysi, tí vit hava snøgt sagt ongan annan útveg í málinum, sigur Steinfinnur.
Hann leggur tó afturat, at tað enn er møguleiki fyri, at landsrætturin ikki skal tala. Hetta um Kappingarnevndin aktar ynskinum um at flyta dystin á Eiði, soleiðis at Ítróttardómstólurin sleppur at tala í málinum.
Ætla sær at møta
Ein av limunum í Kappingarnevndini er Karl Vidtfeldt á Sandi. Hann vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið í løtuni, men sum hann sigur, so møtir nevndin sjálvandi upp í rættinum.
Í innkallingini, sum eg fekk, stendur rættiliga greitt staðfest, hvat hendir, um vit ikki møta upp. So tað ætla vit okkum sjálvandi at gera, er einasta viðmerkingin, sum hann hevur til seinasta stigið í málinum.
Mikumorgunin klokkan 11 skal fútarætturin so taka støðu til, hvat skal henda í málinum. Og líkamikið, hvør úrskurðurin verður, so er talan um nær sagt søguliga hending í føroyskum fótbólti. Talan er nevnliga um fyrstu ferðina í fjórðings øld, at kappingarmál í føroyskum fótbólti endar í sivilrættinum.