HB tosar við Símun Rógva

Verður Teitur M. Gestsson ikki tøkur til dystin móti B36 um vikuskiftið, verður Símun Rógvi Hansen helst í HB málinum

Norðlýsið veit í kvøld at siga, at samband longu hevur verið millum Símun Rógva og HB. Hetta váttar málverjin sjálvur fyri blaðnum.

 

- Eg havi tosað við HB, men enn er einki endaliga avgjørt. Eg eri áhugaður, men nú mangla bara nøkur praktisk viðurskiftir sum leikaraloyvið o.a., sigur Símun Rógvi við Norðlýsið.

 

Símun Rógvi, sum spældi við HB í 2009, 2010 og nakrar dystir í 2012, er í løtuni uttanlands í lestrarørindum. Hóast flytingargluggin er latin aftur, so kunnu undantøk gerast í serligum førum, og vanliga verður tað roknað sum serligt føri, um fasti málverjin er skaddur.