HB trívst væl í andglettinum

Hjá NSÍ er takið at halda fram við góða rákinum á heimavølli og harvið at halda tørn um møguleikan at røkka heiðursmerkjum. Báðir partar eru plágaðir av leikbannum

HB trívst væl í andglettinum. Tað hava trífaldu meistararnir, sum eru eitt av trimum oddaliðum, ferð eftir ferð víst. Í Klaksvík vóru teir aftanfyri, tá ið tað restaði eitt korter, men teir vunnu. Móti B36 vóru teir góða løtu undirmannaðir, men teir megnaðu kortini javnleik.
 - Vit kenna treytirnar, og tað plagar at roynast hampuliga væl í Runavík, staðfestir HB liðformaðurin, Rúni Nolsøe. Hann verður millum áskoðararnar í Runavík, har fyrsta bríkslið verður klokkan 16 í dag. Merkisvert er tað, at finskur dómari skal halda skil á. Hetta er fyrsta royndin á føroyskari jørð eftir at dómara samstarvsavtala er gjørd millum norðurlendsku fótbóltstjóðirnar.
Rúni Nolsøe hevur fimm gul kort á kontini, og tað hevur miðverjin Rasmus Nolsøe eisini. Heine Fernandez er leikbannaður eftir reyða kortið móti B36. Tað ber við sær, at HB venjarin hvørki verður á vøllinum ella á beinkinum. Ásetingarnar siga, at leikbannaðir spælarar hava ikki loyvi at vera á beinkinum.
Jóhannis Joensen varð so mikið illa skaddur móti B36, at hann ikki hevur vant síðani, og hann verður ikki við móti NSÍ. Jóhannis og Rasmus Nolsøe hava mannað HB miðverjuna, sum harvið skal mannast av nýggjum.
Miðvallarin Kári Nielsen og Hans á Lag eru tøkir aftur, eftir at teir hava sitið leikbann av sær. Hans á Lag hevur áður verið miðverji. Higartil í ár hevur hann tó verið álopsspælari og toppskjútti, og so er spurningurin, hvat venjarin velur at gera. Aðrir álopsmøguleikar eru Bárður Mortansson og Hendrik Rubeksen. Svenn Dam Jacobsen hevur seinastu vikurnar aftur og aftur víst, at tað kann roknast við honum sum stuðulsspælara á miðvøllinum.
Trygvi Mortensen, NSÍ venjarin, hevur sagt, at tað vera ikki minst teir tríggir heimadystirnir, sum eru á skránni fyrstu umførini eftir summarsteðgin, ið fara at gera av, um NSÍ skal kappast um heiðurskrónur og altjóða atgongumerki, ella um NSÍ skal detta niður móti miðjuni.
Fyrsta royndin móti KÍ bar fulla úrtøku við sær. Tá ið tað restaðu fýra minuttir var Ike rikin av vøllinum. Sektina av tí kenna NSÍ og Ike móti HB. Sterki álopsspælarin er leikbannaður í dag. Málskjúttin móti KÍ, Páll M. Joensen, verður heldur ikki við. Tað verður sagt at vera partur av leiguavtaluni millum felagið hjá honum, HB, og NSÍ, sum hann hevur umboðað og skal umboða tað, ið er eftir av hesum kappingarárinum, at Páll ikki skal spæla móti HB.
HB og NSÍ hava fyrr í ár spælt tvær ferðir í Gundadali. Í øðrum umfari 3. apríl vann HB 2-1, og í tíggjunda umfarinum, sum var 22. mai, vann HB 3-1.