Undan dystinum vóru tað kanska fleiri, ið mettu, at HB ikki fór at gera nakað við liðið hjá klaksvíkingum, tí tað hevur ikki gingið so væl hjá teimum næstbestu hjá HB, ið blakaðu trygga leiðslu í 3. deild fyri borð seinastu umførini í landskappingini.
Kend andlit
Á báðum liðunum vóru nøkur kend og roynd andlit. Í málinum hjá KÍ stóð eingin annar enn sjálvur landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, og harafturat vóru bæði Marek Wierbicki og Harley Bertholdsen við á KÍ-liðnum.
HB-liðið var sum áðurnevnt sera ungt, men nakrir veteranir vóru tó eisini við. Ingi Rasmussen var á sentrala miðvøllinum, og frammi í álopinum var 41 ára gamli Gunnar Mohr, sum enn hevur gamla máltevið.
Tað kom bert tað eina málið í fyrra hálvleiki. Gunnar Mohr streyk avstað í øðrum borðinum, og hann sendi eitt hart innlegg móti álopsfelagnum Herman Mortensen, men ístaðin rakti bólturin ein verjuleikara hjá KÍ í búkin og snýtti Jákup í málinum hjá KÍ.
Tað sást á øllum brøgdum, at HB-liðið var sera uppsett til dystin, og serliga á miðvøllinum var havnarliðið við yvirlutan.
Hittast aftur um tvær vikur
Í seinna hálvleiki gekk bert ein lítil løta, so hevði HB økt um leiðsluna. Herman Mortensen fangaði bóltin frá KÍ-verjuni, og tá ið hann sá, at Jákup Mikkelsen var staddur rættuliga uttarlaga, gúppaði hann bóltin í einum bleytum boga upp um landsliðsmálverjan og í málið til 2-0.
Nakað seinni økti HB til 3-0, tá ið ungi miðvallarin Roy Poulsen við einum frálíkum langskoti sendi í netið, og seinasta orðið í dystinum átti veteranurin Gunnar Mohr. Hann slapp leysur móti málinum hjá KÍ, og nærum av gomlum vana sendi hann framvið Jákupi til 4-0, og harvið hevur havnarfelagið allar møguleikar fyri at vinna sær sess aftur í næstfremstu deildini í føroyskum fótbólti.
Í mun til uppgerðirnar millum ÍF og B71 um rættin til at spæla í 1. deild, sum verður avgjørt í kvøld, verður seinni dysturin millum KÍ og HB ikki leiktur fyrr enn um slakar tvær vikur í Havn.