So eru greitt, hvørji lið skulu spæla í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.
HB vann brotssparkskappingina ímóti 07 Vestur á Dungasandi 5-4, eftir at støðan var 1-1, tá ið longda leiktíðin var liðug.
Ein av heimamonnunum misnýtti, meðan allir hinir settu bóltin í málið.
Hálvfinalurnar vera á uttanveltaðum vølli. Onnur verður leygardagin og hin sunnudagin.
Leygardagin
Víkingur - B36 í Runavík
Sunnudagin
NSÍ - HB í Klaksvík
Brotssparkskapping
07 Vestur roynir seg fyrst
0-0: Pedrag Jeremic sendir bóltin í tvørtræið
0-1: Mathias Nygaard
1-1: Sølvi Egilsson
1-2: Øssur Dalbúð
2-2: Jóannis á Steig
2-3: Adrian Justinussen
3-3: Martin Tausen
3-4: Teitur Matras Gestsson
4-4: Zoran Vuovic
4-5: Daniel Johansen
120 minuttir
Eftir longda leiktíð er liðugt í Sørvági, har tað endaði 1-1.
Nú verður riggað til at avgera fjórðingsfinaluna í brotssparkskapping.
Hálvfinalurnar vera leygardagin
NSÍ - 07 Vestur/HB
Víkingur - B36
90 minuttir
Bólturin er framvegis rundur, og tað er framvegis møguleiki fyri, at liðið, sum verður roknað at vera stórur favorittur, ikki vinnur.
Eitt dømi um hetta er á Dungasandi í Sørvági í kvøld. Eftir 90 minuttir og nakrar minuttir av eykatíð, tí so nógvir heimamenn lógu á vøllinum, hevur Rúni Gaardbo bríkslað. Støðan er 1-1, og nú gera teir klárt til tvær ferðir eitt korter longda leiktíð.
Mathias Nygaard legði í fyrra hálvleiki HB á odda, og tá ið HB hevði heilt stóra yvirvág og eina rúgvu av støðum og møguleikum, meðan heimaliðið var rárur gestur í HB brotsteiginum, so lá tað í luftini, at talan fór at verða um tryggan sigur til meistararnar.
07 Vestur er fyri stuttum flutt upp í bestu deildina. Í kvøld er fyrsti møguleikin ímóti einum av liðunum, sum næsta ár vera mótstøðulið.
07 Vestur hevur ikki verið nógv í álopi, og 07 Vestur hevur ikki havt nógvar royndir ímóti HB málinum, men kortini eydnaðist tað at skora og at halda tørn um 1-1 javnleikin.
1-1 málið skoraði Ragnar Weihe eftir langt innkast úr høgru. Tá restaðu tað 12 minuttir. HB royndi at svara aftur, og onkra ferðina var tað tætt við, men tað eydnaðist ikki, og tí verður nú farið undir longda leiktíð.
NSÍ hevur í kvøld spælt seg í hálvfinaluna við 1-0 sigri á heimavølli ímóti Skála. Málskjútti í seinna hálvleiki var innskifti Aron Knudsen eftir upplegg frá Peturi Knudsen.
B36 hevur í kvøld spælt seg í hálvfinaluna við 3-0 sigri í Gundadali ímóti AB. Málskjúttar vóru Sebastian Pingel, Michael Przybylski og Andrass Johansen.
Fyrr í kvøld vann Víkingur 1-0 á heimavølli ímóti TB. Sølvi Vatnhamar skoraði málið við brotssparki í øðrum hálvleiki.
Hálvfinalur leygardagin 28. november
NSÍ - 07 Vestur/HB
Víkingur - B36