90.min
Liðugt! HB hevur vunnið seinna dystin 1-0, men tapir samanlagt 5-1. Avrikið í dag var avgjørt góðkent og HB skuldi vunnið við tveimum ella trimum málum.
85.min
HB hevur havt møguleikar til bæði til bæði 2-0 og 3-0, men neyvleikin er ikki frammanfyri málinum. HB vildi eisini hava brotspark, tá bólturin fór í hondina á Salzburg verjuleikara
72.min
Símun Samuelsen rennur frá Red Bull Salzburg verjuni og við vinstra beini smekkar hann til í handara málhorn. HB hevur tak á dystinum, men skal skora heili fýra mál aftrat, fyri at útjavna leiðsluna hjá Red Bull.
60.min
HB hevur havt tveir góðar møguleikar at leggja seg á odda. Fyrst kom Andrew av Fløtum at standa væl fyri, men málmaðurin var skjótur út at verja fyri. Løtu seinni legði Rógvi Poulsen innfyri tvær ferðir úr høgru, men ongin fekk beint bóltin í málið.
45.min
Tað hevur gingið væl betri hjá HB á grasslíkinum í Gundadali, enn tað gjørdi í hitanum í Red Bull Arena í Eysturríki. Fyrri hálvleikur hevur verið javnur og HB hevur eisini havt nøkur álop.
Dysturin verður vístur í eysturrískum sjónvarpi og tí eru ikki minni enn 8 upptøkutól kring ovara vøll.
Liðið hjá HB sær soleiðis út:
Tórður Thomsen ? Pætur Jørgensen, Rógvi Holm, Thordur Hreidarson, Hendrik Rubeksen ? Símun Samuelsen, Levi Hanssen, Fróði Benjaminsen, Vagnur Mohr Mortensen, Rógvi Poulsen ? Andrew av Fløtum.
Á beinkinum eru Marcin Dawid, Hans á Lag, Kári Nielsen, Milan Kulji og Kristin Mouritsen.
Liðið hjá Salzburg sær soleiðis út:
Alexander Walke ? Milan Dudic, David Mendes da Silva, Gonzalo Zarate, Jakob Jantscher, Franz Schiemer, Andreas Ulmer, Simon Cziommer, Stefan Hierlander, Ibrahim Sekayga, Christoph Leitgev.
Á beinkinum eru Gerhard Tremmel, Roman Wallner, Thomas Augustinussen, Nikola Pokrivac, Dusan Svento, Admir Vladavic og Louis Ngway-Mahop.