Síðsta kappingarár misti EB/Streymur gullið úr hondum í allarseinasta umfarinum, og í staðin endaði meistaraheitið í Havnini, har reyðsvarta HB-liðið vann seinasta dystin í síðstu minuttunum.
Leygardagin leiktu júst HB og EB/Streymur seg í finaluna í Klaksvíkskappingini, eftir sigrar á ávikavist KÍ og B36 í hálvfinalunum, so nú skuldu hesi bæði liðini berjast um enn eitt steyp. Enn einaferð dró HB longra stráðið í dystinum ímóti felagsliðnum úr Sundalagnum, men brotssparkskapping mátti til, áðrenn ein vinnari var funnin.
B36 vann bronsuna
Fyrsti dysturin, sum var á skránni í Klaksvík sunnudagin, var bronsudysturin, har vertirnar møttu B36. B36 fekk betru byrjanina uppá dystin, og tá átta minuttir vóru farnir tóku teir eisini leiðsluna við máli frá Mikkjal Thomasen.
Eftir málið bleiv B36 við at hava yvirvág í spælinum, sjálvt um munurin ikki var tann heilt stóri. Yvirvágin gav eisini úrslit um miðjan fyrra hálvleik, tá B36 legði seg á odda 2-0. Málið skeyt føroyski landsliðsleikarin, Fróði Benjaminsen. 2-0 var eisini hálvleiksstøðan av dystinum.
Hevði B36 verið betra liðið undan steðginum, so var KÍ nógv betri við í seinna hálvleiki. Nú royndu teir at trýsta móti B36-málinum, og teir fingu eisini fleiri málmøguleikar. Bólturin vildi tó ikki í máli, og í staðin fyri eitt mál til KÍ, so blivu vertirnir revsaðir í hinum endanum. Um miðjan seinni hálvleik fekk B36 hornaspark, og her var Mikkjal Thomasen hægstur, og skallaði bóltin í málið til 3-0.
Nú var dysturin í roynd og veru avgjørdur, men KÍ royndi tó at kempa allan vegin. Móti endanum av dystinum gav trýstið eisini úrslit, tá Leon Bjartalíð minkaði um munin til 3-1, men nærri kom KÍ ikki. Sostatt vann B36 bronsuna í Klaksvíkskappingini.
HB fór avstað við steypinum
Seinni dysturin sunnudagin var finalan ímillum HB og EB/Streym. EB/Streymur hevði kanska okkurt at prógva, eftir at teir taptu meistaraheitið ímóti HB seinasta kappingarár.
Tað vóru eisini sundalagsmenn, sum vóru heldur betri í fyrra hálvleiki. Ikki tí, spælið var ikki serliga gott, og tað mesta gekk fyri seg á miðjum vølli, har nærdystirnir vóru nógvir í tali. Liðini funnu ongantíð tað góða fótbóltsspælið fram í fyrra hálvleiki, men tættast við eitt mál var EB/Streymur, tá teir fingu fríspark um miðjan hálvleikin. Bárður Olsen sendi hetta inn í brotsteigin, og her fekk Sorin Anghel eina langa tá á bóltin, sum fór beint fram við málinum.
Dysturin var ikki meir enn komin í gongd eftir steðgin, so hevði dómarin dømt brotsspark til EB/Streym. Eitt innkast bleiv kastað inn í brotsteigin, og her metti dómarin, at Hans á Lag helt í Sorin Anghel. Brotssparkið sendi Ronnie Samuelsen trygt í netið, og so var EB/Streymur á odda 1-0.
Liðini gjørdu annars fleiri útskiftingar eftir steðgin, og nú var tað HB, sum setti seg á dystin. Teir fingu onkran møguleika eftir málið hjá EB/Streymi, men teir vóru ongantí heilt tætt við at fáa útjavnandi málið.
Tá eitt korter var eftir bragdaði tó hjá HB. Eitt innkast bleiv sent inn í brotsteigini, og ein misskiljing í EB/Streyma-verjuni førdi við sær, at bólturin endaði hjá einum púra leysum Tór-Ingar Akselsen, sum sendi bóltin í netið til javnleik 1-1.
1-1 gjørdist eisini endaliga úrslitið, og so skuldi longd leiktíð til fyri at finna ein vinnara. Her var HB eisini betra liðið í umdystinum, men hóast hetta, so tóktust bæði liðini mest sum bara bíða eftir brotssparkkappingini. Har kom heldur einki mál afturat í umdystinum, og tí skuldu liðini út í brotssparkskapping.
Her skoraðu bæði liðini fyrstu fýra brotsspørkini, men í fimta sparkinum fall avgerðin. Her brendi ein EB/Streyma-leikari, meðan HB skoraði sítt brotsspark, og sostatt gjørdist HB vinnari av Klaksvíkskappingini 2007.