HB vann málríkan dyst

Tað endaði 3-4 til HB í dystinum ímóti Víkingi í Gøtu í dag.

 

Av hesum málum gjørdi HB fimm og Víkingur tvey, tí Hans á Lag setti bóltin í egið net til endaliga úrslitið 3-4 til HB.

Undan honum hevði Rasmus Nolsøe sett fríspark nummar tvey í netið.

 

Tað fyrsta málið í dystinum gjørdi Páll Mohr Joensen, síðani javnaði Símun Louis Jacobsen, áðrenn Rasmus Nolsøe setti fríspark beinleiðis í netið.

Eftir steðgin eru fýra mál komin. HB økti við máli frá Fróða Benjaminsen, og so minkaði Kaj Ennigarð um munin til 2-3.

So komu tvey mál aftrat, eitt til hvørt liðið, so støðan gjørdist 3-4 til HB.

 

Víkingur - HB 3-4:

0-1: Páll Mohr Joensen

1-1: Símun Louis Jacobsen

1-2: Rasmus Nolsøe

1-3: Fróði Benjaminsen

2-3: Kaj Ennigarð

2-4: Rasmus Nolsøe

3-4: Sjálvmál, Hans á Lag