HB vann oddasessin

Í týdningarleysum dysti mánadagin vann HB sannførandi á GÍ, og tryggjaðu sær har við fyrsta plássið í bólkinum

 

HB-GÍ 4-2 (2-1)


Løgmanssteyp


Nú talan í ár verður um reint lutakast um dystirnar í fjórðingsfinaluni, var longu undan dystinum millum HB og GÍ greitt, at úrslitið av hesum ikki hevði nakran serligan týdning fyri liðini.

Hetta tóktist eisini at merkja avrikið hjá báðum liðum, tí í stórum pørtum av dystinum var talan um sera lága leikferð, skivur sendingarnar vóru nógvar í tali, eins og farið varð leyst um eftiransingarnar.


Líktist stórsigri

Tað var GÍ, sum byrjaði dystin betri, og fyrstu minuttirnar vóru teir fleiri ferðir nær HB málinum, men tað tók ikki langa tíð, áðrenn HB svaraði aftur. Allan Mørkøre sendi Bárð Mortannson avstað í høgru, og tá miðverjan hjá GÍ fullkomuliga fór skeiv av innlegginum, kom bólturin hoppandi til Una Arge, sum gjørdi skjótt av, og so var 1-0.

Nakað seinni kom HB upp á 2-0, tá innlegg úr høgru fann pannuna á Rógva Jacobsen. Dysturin tóktist nú av álvara at ganga ímóti einum stórsigri til heimaliðið, men tíbetur fyri GÍ fingu teir kortini eitt sindur betri fatur á. Beint undan steðginum fingu teir eisini minkað um munin, tá Helgi L. Petersen var fyrstur á innleggi úr vinstru.


Sálarligan týdning

Seinna umfarið var leikferðin enn lægri enn í fyrra, men tølini fyri hendan hálvleikin vóru kortini tey somu. HB fekk tvey mál, áðrenn GÍ at enda svaraði aftur. Fyrst var tað Uni, sum fekk høvdið á eitt innlegg, so bólturin smoygdi sær millum hendurnar á Halli Hansen í GÍ málinum, og síðani var innskifti Pætur Dahl púra leysur, so hann kundi økja til 4-1.

Seinasta málið fekk GÍ eftir hornaspark, tá Bárður í HB málinum kom at sláa bóltin inn í síðunetið.

Sostatt vann HB bólkin hjá sær, uttan at tapa nakran dyst á vegnum. Kanska fløvandi fyri reyð/svørtu leikararnar, og í so máta kann sigurin hava sálarligan týdning. Eisini fyri Una Arge, sum nú hevur skotið trý mál í tveimum dystum, og har við tykist hava fingið somu ferð á málskjótingina, sum hann hevði undan skiftinum til Íslendska ÍA.



HB-GÍ 4-2 (2-1)

1-0: Uni Arge

2-0: Rógvi Jacobsen

2-1: Helgi L. Petersen

3-1: Uni Arge

4-1: Pætur Dahl

4-2: sjálvmál