Tey vóru mong, sum komu niðan aftur í Gundadal dýra biðidag og vónaðu at síggja eina eins undirhaldandi fjórðingsfinalu millum HB og B68 sum tann fyrr á degnum millum B36 og VB. Hesi fóru helst vónsvikin til hús, tí at so varð ikki.
Skoraði móti
gomlu liðfeløgunum
Tá ið einir 13 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki, legði HB seg á odda. Teir fingu eitt innkast áraka brotsteigarmarkinum, sum Allan Mørkøre kastaði móti málinum, har Johannes Joensen við høvdinum stýrdi bóltinum inn í sjálvan 5-meturin. Har var John Heri Dam fyrstur á honum og smekkaði til, men Magnus Poulsen í B68-málinum hálvbjargaði, og so var Súni Fríði Johannesen beinanvegin klárur og sendi bóltin í málið hjá gomlu liðfeløgunum hjá sær.
Annars hendi ikki tað stóra í fyrra hálvleiki. Ein keðilig hending var, tá ið landsliðsálitið Jan Dam noyddist út við skaða eftir at hava beklað beinanvegin í dystinum. Hetta harmaðust sjálvsagt øll um, ikki minst landsliðsvenjarin Allan Simonsen, sum var millum áskoðararnar.
B68 fleiri møguleikar
í seinna hálvleiki
Í seinna hálvleiki var tað fleiri ferðir um reppið, at toftamenn fingu javnað. Tí einu ferðina var russarin Andrey Stakhanov leysur við Kaj Leo, men skeyt í síðunetið. Løtu seinni var Andrey aftur upp á spæl, men ístaðin fyri at spæla upp á tvørs til ein púra leysan viðleikara, valdi hann at skjóta sjálvur úr truplari støðu.
HB-arnir vóru rættiliga sjáldsamir gestir í B68-brotsteiginum í seinna hálvleiki, men so hvørt sum seinni hálvleikur gekk, satsaði B68 meira, og tað førdi við sær, at tað til tíðir gjørdist heldur tunnligt í verjuni hjá toftamonnum. Tá ið einir tríggir minuttir vóru eftir av dystinum, slapp Súni Fríði Johannesen leysur við B68-málverjanum, sum ikki hevði nakran annan møguleika enn at taka beinini undan HB-áleyparanum. Dómarin Birgir Sondum, sum kom heilt væl frá uppgávuni burtursæð frá nøkrum heldur bíligum gulum kortum, ivaðist ikki og dømdi brotsspark til HB. Hetta smekkaði Allan Mørkøre mitt í málið til endaliga úrslitið 2-0 til HB.
Kundi farið
báðar vegir
Tað er neyvan nøkur loyna, at toftamenn ikki høvdu tær stóru vónirnar undan dystinum, men sum dysturin leið, er sannlíkt, at teir harmast um ikki at hava fingið meira burturúr dystinum. Teir høvdu málmøguleikarnar, og vóru teir nakað neyvari, so vóru tað møguliga teir, sum skuldu spælt hálvfinalu móti B36!
HB-liðið hinvegin kundi havt avgjørt dystin í fyrra hálvleiki, tá ið teir høvdu fleiri góð tilboð. Men tey flestu, sum hava sæð HB leikt higartil í ár, kunnu staðfesta, at teir hava trupulleikar við miðjuni og álopinum. Miðjan hongur ikki saman, og av tí sama fáa áleyparnir alt ov lítið at arbeiða við. Harafturímóti kann sigast, at HB í Jan Dam, Hans Fróða Hansen, Hans á Lag og Johannes Joensen helst hevur bestu verjuna í landinum.
HB-B68 2-0 (1-0)
1-0: Súni Fríði Johannesen
2-0: Allan Mørkøre (br.)