HB á veg í fjórðingsfinaluna

B68-HB 2-3 (1-0):
Toftamenn søgdu seg ivast í, um bólturin hevði verið innanfyri strikuna, tá HB fekk sigursmálið

LØGMANSSTEYPIÐ

B68 tykist saman við KÍ at hava ilt við at spæla seg víðari úr bólkaspælinum og í fjórðingsfinaluna í steypakappingini.
Leygardagin var HB á Toftum. Teir fóru avstað aftur við øllum stigunum. Og nú skal tað vilja verri enn illa til, um HB ikki fer at vinna bólk trý og harvið er komið í fjórðsingsfinaluna.
Dysturin var málríkur og harvið lívligur. Heimaliðið kom á odda, tá tíggju minuttir vóru farnir. Eftir hornasparksinnlegg úr høgru var Hans Fróði Hansen hægstur og stútaði í málið aftanfyri Bárð Johannesen.
Seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt, tá Uni Arge javnaði til 1?1. Hann varð spældur leysur av Rógva Jacobsen. Seks minuttir seinni legði Andrew av Fløtum HB á odda, tá hann stýrdi innleggi í málið.
Tíggju minuttir seinni javnaði Øssur Hansen upp á brotsspark. Jens Petur Brattalíð peikaði á ellivu metra blettin, tí hann segði, at ein verjuspælari hevði togað Hans Fróða Hansen niður, tá hornaspark varð lagt innfyri.
Og so var tað, at HB fekk nógv umrødda sigursmálið. Tór?Ingar Akselsen sneiddi tveir av í høgru, áðenn hann sendi móti málinum. Bólturin brast í annan stólpan, rullaði aftanfyri málverjan og tók hin stólpan, áðrenn hann rullaði út og málverjin kundi lofta.
Dómarin hugdi á linjudómaran, sum dømdi mál, og HB menninir fegnaðust. Toftamenn vóru ikki so blíðir. Teir søgdu seg vera sannførdar um, at bólturin hevði ongantíð verið innanfyri málstrikuna. Tað hildu teir eisini, at kósin hjá bóltinum eisini segði, men dómarin tók avgerðina hjá linjudómaranum til eftirtektar.

Liðini
Hjá B68 var pólverki Michael Kokozanek í málinum. Hinir vóru Marlon Jorge, Messias Perreira, Hans Fróði Hansen, John Heri Dam ? Bogi Petersen, Oleif Joensen, Jann Ingi Petersen ? Arnold Joensen, Anders Nygaard, Øssur Hansen.
Fróði Benjaminsen var leikbannaður. Nakað eftir steðgin kom unglingaspælarin Gestur Lómstein inn í vinstru síðu. Tíggju minuttir undan leikloki kom Kristian Poulsen inn á miðvøllin fyri Boga Petersen.
Hjá HB sá liðið soleiðis út: Bárður Johannesen ? Jan C. Dam, Jóhannis Joensen, Hans á Lag ? Tór?Ingar Akselsen, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Nicu Dogaru (Hallur Danielsen, 75.) ? Andrew av Fløtum (Rókur av Fløtum Jespersen, 63.), Bjarni Jørgensen (Vagnur Mohr Mortensen, 78.).
Fyrrverandi B68 spælarin, Jan C. Dam, ætlaði sær at gevast við 1. deildarfóltbólti, tá hann segði farvæl á Toftum. Avrikið leygardagin bendir á, at hann verður ein av lyklaspælarnum hjá HB í ár.

Dysturin í tølum
B68-HB 2-3 (1-0)
1-0: Hans Fróði Hansen
1-1: Uni Arge
1-2: Andrew av Fløtum
2-2: Øssur Hansen
2-3: Tór-Ingar Akselsen