12. september er serligur dagur í føroyskari fótbóltssøgu. Tað var henda dagin í 1990, at Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki í Landskrona. Tjúgu ára dagurin eftir tiltikna sigurin var einki serligur fyri tey, sum halda við HB. Tað var henda dagin, at stórfavorittarnir í Gundadali løgdu rygg til eyðmýkjandi 4-1 tap ímóti FC Suðuroy.
Tá kámaðist FM vónin nógv.
12. september í 1990 var Julian Hansen høgri vongverji í Landskrona. Nú er hann búsitandi í Keypmannahavn, men tá ið tað, eftir HB skipbrotið ímóti FC Suðuroy, varð heitt á hann um at taka venjarauppgávuna í barndómsfelagnum á seg, so ivaðist hann ikki:
- Eg segði ja. Sjálvandi eigur HB altíð at vera við í kappingini um meistaraskapin, men 13. september hugsaði eg ikki so nógv um FM. Um onkur tá hevði sagt mær, at úrtøkan í fimm teimum næstu umførunum fór at verða fýra sigrar og ein javnleikur, so hevði eg hildið tað vera órealistiskt. Eisini tí talan var um torførar uppgávur, tá ið sæð verður burtur frá AB í Gundadali: Víkingur, EB/Streymur og ÍF á útivølli og NSÍ á heimavølli. Hetta vóru øll oddaliðini, og tá ið tað frammanundan hevði verið so soltið ímóti teimum í niðara enda á talvuni, so bar illa til at ímynda sær, at tað skuldi tørna soleiðis út, sum tað nú hevur gjørt. Men nú eru vit her. Talan hevur verið um tættar uppgerðir, men tað hevur lagað seg soleiðis, at vit í morgin sjálvir hava møguleikan av tryggja okkum FM, og tað kennist sera væl.
Minnini og tølini
Julian Hansen var venjari í HB seinnapartin av kappingarárinum 2005, og hann minnist týðuliga, hvussu tað lagaði seg fyri fimm árum síðani. Eftir 26 umfør var B36 á odda við 51 stigum, HB var næstfremst við 50 stigum, og Skála var á triðja plássi við 49 stigum. Í síðsta umfari var finala í grannauppgerð í Gundadali, og tá tryggjaði B36 sær FM heitið við 2-1 sigri.
-Tað var einki serligt hjá okkum í HB. Nú mangla vit eitt stig, men tað skal eingin ivi vera um, at vit ætla okkum at vinna í morgin. Vit mugu seta ein kíla í B36 hagtølini. Fyri okkum í HB kennist tað rangvørt, at vit ikki hava vunnið á grannunum síðani 2008. Sjálvandi fara vit at fegnast, um vit við javnleiki tryggja okkum FM heitið, men eingin skal ivast í, at vit fegnir vilja vinna dystin, og tað fara vit at spæla fyri, sigur Julian Hansen.
Hvat er høvuðsorsøkin til, at tað hevur hilnast so væl, síðani tú komst aftur til HB?
- Hvussu tað var undan 13. september, tá ið eg tók við, eri eg ikki tann rætti at siga nakað um. Síðani eg kom, hava vit verið ógvuliga fokuseraðir. Uppskriftin hevur verið bara at hugsa um næsta dyst, og tað hevur verið nóg mikið, tí avbjóðingarnar hava verið so stórar. Hóast vit ikki hava gjørt so nógvar skiftingar, so hava vit lagað venjingarnar og uppstillingina eftir mótstøðuni. Hugburðurin hjá spælarunum hevur verið fantastiskur, og tað hevur verið sera hugaligt viðhvørt at sæð tað snittið yvir spælinum, sum plagar at verða nevnt HB stílurin. Hetta við stórari ferð og nógvum og skjótum flytingum hava vit vant nógv.
Julian Hansen ásannar, at avbjóðingin í morgin verður ikki minni, enn hon hevur verið:
-B36 hevur nógvar góðar spælarar, og tað hevur gingið væl hjá teimum seinasta mánaðin. Vit taka uppgávuna í størsta álvara, og sjálvandi rokna vit við, at hetta fara vit at megna.
Hava tit lagt serliga nógv í fyrireikingarnar til júst henda dystin?
- Vit hava fyrireikað okkum akkurát soleiðis, sum vit plaga at gera. Í gjárkvøldið vóru vit órógvaðir av kavanum, men tí missa vit ikki fokus av.
Í HB eru allir spælararnir tøkir. Eisini Milan Kuljic, sum var leikbannaður, tá ið FM favorittarnir vunnu 2-1 í Fuglafirði.