HB er ikki meiri enn komið heimaftur um ánna, so liggur leiðin út aftur á Argir. Síðsta sunnudag endaði tað við sannførandi 2-0 sigri í fjórðingsfinaluni í steypakappingini.
AB miðvallarin Kári Nielsen heldur, at bæði dygdin og breiddin á HB liðnum var avgerandi:
-Á pappírinum er stórur munur á liðunum. Teir settu í 2. hálvleiki Símun Samuelsen, Levi Hanssen og Trónd Jensen inn. Hetta eru spælarar, sum alla aðra staðni høvdu verið sjálvskrivaðir millum teir fyrstu ellivu. HB hevur eitt sera gott lið, men tá vit royndu at leggja meiri í álopspartin í 2. hálvleiki, høvdu vit einstakar møguleikar, sum vit ikki megnaðu at fáa úrtøku burturúr. Tað mugu vit, um vit skulu hugsa um at fáa stig hesa ferð, heldur AB miðvallarin.
Á Argjum stendur tað ikki so væl til við fólki í dag:
Jóan Símun Edmundsson verður ikki førur fyri at spæla. Hann er darvaður av skaða í lærkrikanum, og Leivur Holm Joensen er ikki tøkur orsaka av skaða í rygginum. Tað er ivasamt, um Sorin Anghel og Bárður Olsen. Teir eru báðir plágaðir av skaða í lærkrikanum.
HB er altíð favorittur ímóti AB. Í fjør var úrslitið 3-1 í fyrra dystinum á Argjum. Púra óvæntað var tað, tá ið AB í 22. umfari vann 2-1 á FM favorittunum.
Sambært Andrew av Fløtum vóru teir í HB ikki heilt álvuligir við støðuna síðsta sunnudag, fyrrenn tað tíggju minuttir undan leikloki eydnaðist honum at økja til 2-0. Men talan var als ikki um AB hóttan:
-Tá støðan framvegis er munur upp á eitt mál, so kann alt koma fyri. Vit hildu upp á bóltin. Ferðin var ikki høg, men tað eydnaðist teimum illa at fáa bóltin frá okkum. Nú fara vit út aftur í áliti á, at tað aftur skal eydnast at vinna fulla úrtøku, men sjálvandi skulu vit arbeiða fyri søkini, sigur HB veteranurin.
HB er FM favorittur og ósigrað, og í flestu førum hevur HB stóran part av tíðini verið leikliga omaná. Men fleiri ferðir hevur tað kiksað síðstu løtuna, tá ið sigurin er gloppin av hondum. Síðsti landskappingardysturin, sum var á heimavølli ímóti Víkingi, er gott dømi um hetta. Tá var HB greitt omaná og frammanfyri 2-0, inntil tað restaðu tjúgu minuttir. Kortini endaði tað 2-2!
Hjá HB eru Gunnar Haraldsen og Alex José dos Santos so mikið skaðaplágaðir, at teir verða ikki við næstu vikurnar.
AB-HB: Lars Müller klokkan 15.00.