HB venjarin veit hvat hann tosar um

Fótbóltur: Iou Galgau, sum sjálvur hevur spælt 39 ferðir í Europa Cup og skotið átta mál, vil sleppa víðari í kappingini við HB, og tí er neyðugt at vinna á heimavølli

Spælararnir hava alt gott at bera honum. Hann krevur nógv av teimum, men teir siga, at hann hevur ógvuliga nógv at geva teimum og læra teir. Tí kennist tað hugaligt, sjálvt um tað viðhvørt er stríggið at venja so nógv, sum teir í HB hava vant í ár.

Stúrir tú ikki fyri, at spælararnir eru fyrilagstir, nú tú hevur koyrt so nógv á teir?

Tað er HB venjaranum, Iou Galgau, sum vit seta spurningin, eftir at hann saman við teimum sekstan spælarunum mánakvøldið hevði verið á Svangaskarði og vant fyri síðstu ferð frammanundan Europa Cup uppgávuni í kvøld.

? Nei, tað geri eg ikki. Spælararnir vóru troyttir trý tey síðstu umførini undan summarsteðginum. Tað kom væl við hjá teimum, at vit høvdu frí nakrar dagar, og á ferðini í Danmark var týðuligt, at teir eru komnir uppaftur í ferð, og at teimum dáma at venja og spæla.

? Teir fyrstu dagarnar í Danmark vandu vit tríggjar ferðir um dagin, men so tóku vit tað meiri róliga. Hósdagin vandu vit eina ferð, fríggjadagin tvær ferðir, og leygardagin og sunnudagin eina ferð hvønn dagin. Vit vandu á Svangaskarði mánakvøldið, og týskvøldið halda vit frí. Dystardagin hittast við klokkan 14.30, tá eta vit saman, og vit ætla at vera á Svangaskarði klokkan 17 ella tveir tímar fyri dystarbyrjan.


Drúgvar royndir

Venjarin ljóðar, sum um hann veit, hvat tað snýr seg um, og tað ger hann ivaleyst eisini. Hann hevur í hvussu so er royndirnar:

Ikki færri enn 39 ferðir hevur hann umboðað Universitatea Craiova í Europa Cup sum miðvallari og sum álopsspælari, og hann er skrásettur fyri átta mál í Europa Cup.

? Hetta var í tíðarbilinum millum 1979 og 1987. Besta úrslitið var í kappingarárinum 1982-83, tá vit rukku í hálvfinaluna, har vit spældu ímóti Benfica úr Portugal. Á útivølli var javnleikur 0-0, og á heimavølli spældu vit 1-1, og so kom Benfica í finaluna, tí teir høvdu skorað á útivølli.

Hvat mál hjá tær sjálvum í Europa Cup minnist tú best til?

? Tað var í triðja umfarinum í 1982. Vit høvdu tapt 1-0 á útivølli ímóti franska Bordeaux, og á heimavølli vunnu vit 1-0. So var neyðugt við longdari leiktíð, og tá var eg so heppin at økja til 2-0, og vit komu víðari í kappingini.


Mistøkini mugu burtur

Iou Galgau veit væl, at finskur fótbóltur verður styrkismettur hægri enn føroyskur.

Men hóast henda veruleika, so heldur hann tað ikki vera ørvitistos at rokna við møguleikanum samanlagt at vinna ímóti Vasa:

? Okkara spælarar hava í miðal drúgvar altjóða royndir. Tað hava mótstøðumenninir ikki, tí hetta er fyrsta ferðin, at teir taka lut í Europa Cup. Tað er sera týdningarmikið at hava royndir í altjóða fótbólti. Men skulu vit megna at sleppa víðari, so er neyðugt, at vit vinna á heimavølli, og skulu vit vinna, so skulu vit spæla skilagott.

Hvat er tað í tínari verð at spæla skilagott?

? Tað er fyri tað fyrsta eingi mistøk at gera í verjupartinum. Í altjóða fótbólti verða slík sektaði beinanvegin. Og so er tað, at vit halda upp á bóltin og spæla so fáar langar bóltar, sum tað á nakran hátt ber til. Vit hava ikki nógvar skjótar spælarar, og tí skulu vit ikki kapprenna við teir. Heldur skulu vit samanspæla og vísa tol, so veit eg, at møguleikarnir fara at koma, sigur venjarin, og hann heldur fram:

? Málverjin hjá teimum er 1,96 metrar, og teir hava átta spælarar, sum eru 1,83 metrar og hægri enn tað. Tí er tað óðamannaverk, um vit fara at oysa høgar bóltar í høvdið á teimum. Vit skulu halda bóltin á jørðini, varðveita hann og spæla flatar bóltar innfyri. Gera vit tað og mistaka okkum ikki í verjupartinum, so hava vit góðar møguleikar. Men so skulu okkara spælarar halda høvdið kalt, og tað álit havi eg á teimum, at teir fara at megna, sigur HB venjarin Iou Galgau, sum vónar at nógv viðhaldsfólk koma á Svangaskarð:

? Okkum líkar sera væl, tá tey taka á við okkum frammanfyri HB húsið, og vit vóna, at tey fara at stuðla okkum mikukvøldið eisini.