HBO tók tað mesta

Game of Thrones fekk fýra Emmyvirðislønir, meðan Modern Family stóð eftir við ongum.

 

Emmy virðislønirnar vóru handaðar í nátt í Los Angeles og fólkini handan sjónvarpsrásina HBO hava alla orsøk at fegnast.

 

Rásin hevur framleitt vinnararnar av trimum teimum mest virdu heiðurslønunum, Game of Thrones, sum vann heiðurin sum besta drama, Veep, sum varð kosið besta stuttrøð, og Olive Kitteridge, sum gjørdist besta smárøð.

 

Hetta var eitt ordiligt come-back hjá Game of Thrones, sum, hóast góðar vónir, onga virðisløn vann í fjør. Fantasirøðin vann í ár fýra heiðurslønir. Peter Dinklage, sum spælir stuttvaksti Tyrion Lannister, fekk heiðurslønina fyri besta mannliga stuðulsleikara í eini dramarøð. Røðin var tilnevnd ikki færri enn 24 heiðurslønir.

 

Veep vann somuleiðis fýra heiðurslønir. Umframt at vera kosin besta skemtirøð, fekk Julia Louis-Dreyfus, sum kanska er best kend frá røðini Seinfeld, heiðurin sum besti kvinnuligi høvuðsleikari í eini skemtirøð.

 

Olive Kitteridge fekk ikki færri enn seks heiðurslønir, besta stuttrøð, besti mannligi og besti kvinnuligi høvuðsleikari í eini stuttrøð og besti mannligi stuðulsleikari í eini stuttrøð, umframt heiðurslønir fyri leikstjórn og ritstjórn.

 

Jon Hamm, ið spælir høvuðsleiklutin sum Don Draper í Mad Men, vann eisini fyri fyrstu ferð, umframt at Viola Davis gjørdist fyrsta myrka kvinnan, sum fekk heiðurin sum besti kvinnuligi høvuðsleikari í eini dramarøð, fyri hennara leiklut í How To Get Away With Murder.

 

Annars vann The Daily Show eisini tríggjar virðislønir.

 

Her eru nakrir av vinnarunum

Game of Thrones – besta dramarøð

Veep – besta skemtirøð

Olive Kitteridge – besta stuttrøð

The Voice – besta realitykapping

Bessie – besti sjónvarpsfilmur

Shark Tank – besta tilrættalagda realityrøð

Deadliest Catch – besta ótilrættalagda realityrøð

Viola Davis (How to Get Away With Murder) – besti kvinnuligi høvuðsleikari í dramarøð

Jon Hamm (Mad Men)  - besti mannligi høvuðsleikari í dramarøð

Peter Dinklage (Game of Thrones) – besti mannligi stuðulsleikari í dramarøð

Uzo Aduba (Orange is the New Black) – besti kvinnuligi stuðulsleikari í dramarøð

Richard Jenkins (Olive Kitteridge) – besti mannligi høvuðsleikari í stuttrøð

Frances McDormand (Olive Kitteridge) – besti kvinnuligi høvuðsleikari í stuttrøð

Bill Murray (Olive Kitteridge) – besti mannligi stuðulsleikari í stuttrøð

Regina King (American Crime) – besti kvinnuligi stuðulsleikari í stuttrøð

Julia Louis-Dreyfus (Veep) – besti kvinnuligi høvuðsleikari í skemtirøð

Jeffrey Tambor (Transparent) – besti mannligi høvuðsleikari í skemtirøð

Tony Hale (Veep) – besti mannligi stuðulsleikari í skemtirøð

Allison Janney (Mom) – besti kvinnuligi stuðulsleikari í skemtirøð