Heðin dyrgir eftir Bergun

Heðin bjóðar Bergun varaborgastjórasessin

Heðin Mortensen hevur eftir øllum at døma ikki tveitt handklæðið í ringin enn, tí nú hevur hann bjóðað Bergun Kass varaborgastjórasessin og annað, sum Framsókn vil hava. 

 

Bergun Kass er tó ikki áhugað. Hon sigur, at nú Heðin ikki hevði áhuga fyri Framsókn valkvøldið, so hevur Framsókn ikki áhuga í Heðini Mortensen í dag. 

 

Allar súðir eru sostatt ikki syftar enn í spurningum um, hvør skal stýra Havnina komandi fýra árini. 

 

Hetta veit kringvarpið at siga í dag. 

 

Samgongan millum Tjóðveldi, Framsókn og Fólkaflokkin fara at skriva samgonguskjal um vikuskiftið.