KÍ skal klára seg í einar 2 mánaðir uttan Heðin á Lakjuni. Í gjár var hann so óheppin at bróta eitt bein í fótinum undir venjing. Hann hevur fingið boð frá læknanum, at tað ganga minst 6 vikur, áðrenn hann kann byrja at venja aftur.
Sostatt verður hetta steinur oman á byrðu hjá KÍ, sum skjótt skal fáa nøkur stig til høldar, eftir vánaligu byrjanina.