Heðin M. Klein í Sirkus

Upplestrarkvøld verður í kvøld kl. 20 í Sirkus í Havn Heðin M. Klein er fyrst og fremst kendur sum yrkjari, og hóast rithövundaverk hansara upp á seg er lítið í vavi, rúgvar tað so mikið meiri upp í vídd og málsligari fynd.

 

Hann var millum tey ungu skaldini, sum endurnýggjaðu skaldskap okkara við broytiligum hugburði til alt frá fjöruni við Gjógv til vápnagangin í Vietnam.

 

Umframt at yrkja sjálvur hevur Heðin eisini fingist við at týða og enduryrkja, m.a. norska stórskaldið Olav H. Hauge. Eins og fleiri av undangongumonnum hansara, eitt nú Karsten Hoydal, hevur Heðin eisini gjørt vart við seg sum ummælari og hevur sjáldsama góðan ans fyri tí, sum rørist í føroyskum bókmentum.