Heðin Mortensen afturvaldur til formann í KSF

Nú nýggj kommunustýri hava tikið við eftir kommunuvalið, er eisini nýtt stýri tilnevnt í Kommunusamskipan Føroya. Tað eru borgarstjórarnir í teimum sjey limakommununum, sum manna stýrið

Á fyrsta stýrisfundinum í ár tóku tveir nýggir stýrislimir sætið. Tað eru Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, og Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Hinir limirnir eru Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, Sigurð S. Simonsen, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vágs kommunu, og Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri í Sands kommunu.

Á fundinum í dag valdi stýrið einmælt Heðin Mortensen til formann og Gunvá við Keldu til næstformann. Heðin Mortensen hevur verið formaður í Kommunusamskipanini síðan 1. juli 2006.

Formaðurin í Kommunusamskipanini er valdur fyri 2 ár í senn. Stýrið samtykti í tí sambandi einmælt, at Gunvá við Keldu tekur við formanstarvinum ársskiftið 2011.

Stýrið átalar landsstýrið

Millum málini á skránni í dag var eisini málið um eldradagtilhaldini, sum nakrar dagar fyri jól mistu allan stuðulin frá landsstýrinum. Stýrið fyri Kommunusamskipanina er skelkað av teirri niðurgerð, sum landsstýrið sýndi okkara eldru borgarum, og mótmælir harðliga framferðarháttinum, har landsstýrið í veruleikanum steingir dagtilhaldini.

Eisini eftirlýsir stýrið í Kommunusamskipanini teirri kommissión, ið skal fyrireika ætlaða kommunureformin. Hóast at fleiri landsstýrismenn fyri kommunuvalið í fjør boðaðu frá, at kommissiónin var farin til verka, so er púrt einki hent enn. Eingin kommissión er sett, tíansheldur farin til verka, og hetta er ikki nøktandi, tá havt verður í huga, at alneyðugt er nú við einum kommunureformi, har kommunala sjálvræðið verður styrkt munandi.