Heðin Mortensen seksti

Tann sjeynda apríl verður borgarstjóri í Tórshavn, Heðin Mortensen, seksti.

Hóast Heðin óiva fyri mong er ímyndin av einum Havnarmanni, so er hann av uppruna Sunnanmaður. Hann er føddur á Tvøroyri, ella rættari, í Trongisvági. Foreldrini vóru Ethel Mortensen, fødd Jespersen, og Martin Eli Mortensen, bæði úr Trongisvági. Fyrsti barnaárini vaks Heðin upp í Trongisvági, men saman við foreldrum og eldru beiggjum sínum, Hans og Erhard, flutti hann sum smádrongur til Havnar og hevur hann búleikast her síðani.
Heðin er giftur Hjørdis Egholm Mortensen, dóttir Eriku og Alfred S. Egholm úr Tórshavn, og eiga Heðin og Hjørdis børnini Elin, Ann, Guðrun og Eirikur; av teimum býr bert Elin í Tórshavn meðan hini trý eru búsett í Danmark. Heðin sjey abbabørn.
Heðin er útbúgvin maskin- og bilmekanikari, og hann hevur eisini útbúgving sum bilsýnismaður og tryggingarmaður. Hann arbeiddi sum maskin- og bilmekanikari í 17 ár, men síðan 1978 hevur hann arbeitt sum tryggingarmaður hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Í nógv ár hevur Heðin verið virkin innan politikk. Bæði innan lands- og kommunallpolitikk. Hann sat sum løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin í Suðurstreymoyar valdømi 1998-2004, men hevur eisini verið varamaður á tingi í styttri tíðarskeið 1989, 1990, 1991, 1993 og 2004. Tað er tó serliga er tað innan býráðspolitikk at hann hevur gjørt vart við seg. Hann varð valdur á fyrsta sinni í býráðið fyri Uttanflokkalistan í desember 1972, og hevur síðani verið býráðslimur í Tórshavn uttan slit síðan 1973. Árini 1988-2004 fyri Sambandsflokkin, men eftir kommunuvalið í november 2004 hevur Heðin umboðað Javnaðarflokkin og hevur Heðin síðani 1. januar 2005 verið borgarstjóri.
Hóast Heðin hevur verið aktivur í bæði lokal- og landspolitikki og umframt hetta knýttur at ymsum mentanararbeiði, so hevur fremsta frítíðaráhugamálið hjá honum tó altíð verið ítróttin. Áhugin fevnir fleiri ítróttagreinar, men tað er serliga kappróðurin, ið Heðin hevur havt alsk til. Áðrenn hann í 1979 kom í stjórn ÍSF sum starvsnevndarskrivari, var hann eitt nú formaður í Havnar Róðrarfelag árini 1973 til 1979 og sat eisini sum formaður í Tórshavnar Ítróttarráð frá 1975 til 1978. Fyrsta mars 1980 gjørdist hann formaður fyri Ítróttasamband Føroya og nú hann fyllir seksti, hevur hann sitið sum formaður ÍSF í 26 ár.
Hesi árini Heðin hevur verið formaður í ÍSF eru stórar broytingar hendar innan føroyska ítrótt. Tá hann tók við vóru níggju ítróttagreinar umboðaðar í Ítróttasambandinum, meðan talið í dag er vaksið til 25, og eru hesar skipaðar í 15 ser- og deildarsambond. Eisini er talið av feløgum í formanstíð hansara økt úr 71 upp í 110 og eru í dag fleiri enn 15.000 íðkandi limir skrásettir í felagsskapinum.
Menningin innan ítróttina hevur hesi ár verið stór. Meira enn helmingurin av sersambondunum eru sjálvstøðugir limir í altjóða og millumtjóða ítróttasamgongum og hevur stórur dentur verið lagdur á at geva føroyingum høvi at vera við í millumlanda kappingum. Ítrótt er vorðin fastur partur av føroyska gerandisdegnum. Ítróttakappingar eru alt árið, og umstøðurnar at íðka ítrótt eru góðar og onkursvegna eru nærum allir føroyingar á einhvønn hátt knýttir at ítróttini.
Miðvísa arbeiðið, ið er gjørt innan Ítróttasambandið, sersambond og deildir, hevur borið ávøkst. Útbúgvingarætlanir hava havt støðuga menning við sær og bæði innan íðkan og fyriskipan er støðið høgt. Heimligar kappingar roynast góðar og spennandi og føroysk ítróttafólk luttaka javnan í millum- og altjóða kappingum. Møguleikar eru m.a. at taka lut í oyggjaleikum, smálandakappingum, kappingum um EM ella HM o.s.fr., so fyri tann, ið hevur hug og hegni er møguleiki fyri nógvum avbjóðingum. Nógv stig eru tikin og í nógvum førum er vunnið á mál, men framvegis eru nógvar avbjóðingar eftir. Eitt nú er limaskapurin í altjóða olympiska ráðnum IOC ikki vorðin veruleiki enn.
Fyri trúgva og drúgva virkið sítt innan ÍSF hevur Heðin fingið øll tey heiðursmerki, ið Ítróttasambandið gevur. Heðin hevur fingið silvur- og gullnál ÍSF umframt gullmerkið við bjálka. Eisini hevur hann fingið heiðurskross Ítróttasambandsins fyri arbeiði sítt til frama fyri føroysku ítróttafjøldina. Umframt hetta hevur hann fingið heiðurskross frá íslendska ítróttasambandinum og er eisini riddari av Dannebrog.
Starvsnevnd Ítróttasambandsins ynskir Heðin Mortensen hjartaliga tillukku nú hann fer um tey seksti í vónini um, at væl verður sjógvað og at byrur verður blíður í komandi tíðum.
Føðingardagin heldur Heðin við móttøku i Müllers Pakkhúsi mikudagin tann 5. apríl millum klokkan 15.30 og 19.00.