Í ár verður tað Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, ið setir GLS-leiðararáðstevnuna, sum verður komandi fríggjadag og leygardag í Norðurlandahúsinum.
Í fjør var tað løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, ið setti stevnuna.
Aftur í ár fara millum 300 og 400 føroyskir leiðarar og leiðaraáhugað at luttaka á Global Leadership Summit ráðstevnuni 21. og 22. oktober.
Luttakararnir hava ymiskar leiðarabakgrundir, men felags mál teirra er at fáa íblástur til leiðslu og at gerast betri leiðarar.
Nøkur pláss eru enn eftir á stevnuni. Meira fæst at vita á www.gls.fo.