Heðin Mortensen: Undirsjóvartunnil til Hest

Heðin Mortensen og Marin Katrina Frýdal søgdu nøkur orð til samkomuna í bygdarhúsinum í Hesti í gjár. Heðin segði, at dentur má leggjast á trivnaðin, og vónandi fer íbúgvaratalið so at vaksa. Eisini segði hann, at býráðið fer at arbeiða fyri, at ein undirsjóvartunnil kemur til Hest

Eftir eina rundferð í bygdini gekk leiðin niðan til bygdarhúsið. Hølið undir svimjihylinum verður nýtt sum bygdasalur, og har var smyrjibreyð at fáa. Heilt fitt av fólki var samlað saman. Summi búgva í Hesti, og summi vóru komin út í oynna at vitja familju.
Eftir ein lítlan bita, reisti Marin Katrina Frýdal, formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar Kommunu, seg upp og segði nøkur orð. Hon vísti millum annað á, at við hesum íløgunum eru grundleggjandi fortreytirnar fyri trivnaði í ordan.
- Vit sum búgva á meginøkinum hava ofta eina romantiseraða mynd av útjaðaranum, og vit vilja helst varðveita tað, sum tað er, til okkara árligu útferð. Men tað er týdningarmikið at útjaðarin kann menna seg eisini og fáa somu treytir sum meginøki, segði Marin Katrina.
Marin Katrina er sjálv av Velbastað, sum eisini er vorðin ein partur av Tórshavnar Kommunu. Hon hugleiddi um, hvussu ymiskt fólk hava tikið ímóti samanleggingini. Millum annað hevur ein maður sagt við hana: Tað einasta, sum er hent, síðani vit fóru í Tórshavnar Kommunu, er, at eitt skelti av Tjóðveldisflokkinum er tikið niður.
- Tí hevur Heðin Mortensen helst skipað fyri, legði Marin Katrina skemtiliga afturat.
Undirsjóvartunnil til Hest
Heðin Mortensen var næstur at reisa seg. Hann fegnaðist um, at Hestur nú lýkur krøvini til kloakkskipanir, sum Løgtingið setur. Í 2010 skulu øll hesi viðurskifti vera komin uppá pláss, og tað ætlar Heðin eisini skal verða galdandi fyri Tórshavnar Kommunu. Arbeiðið við hinum bygdunum í kommununi fer í gongd skjótt. Samlaða verkætlanin við kloakkskipanunum fer at kosta 100 milliónir krónur.
- Hestur er helst ein tann fyrsta bygdin í landinum, sum lýkur hesi krøv, sigur Heðin við Sosialin.
Heðin legði stóran dent á trivnaðin í røðu sínari, og hann vónar, at íbúgvatalið í Hesti fer at vaksa.
- Vit nýta ov nógvar pengar til alt annað, sum til dømis ítrótt, mentan og annað. Vit mugu raðfesta umhvørvið hægri, tí at tað er ein grundleggjandi fortreyt fyri trivnaði, segði Heðin.
Heðin vísti á, at tað er møguligt at gera útstykkingar norðuri í Miðbúð, og vónandi verður tað veruleiki skjótt.
- Eg haldi, at tað er natúrligt, at undirsjóvartunnil eisini verður gjørdur til Hest, tá ið Sandoyartunnilin kemur. Tunnilin frá Hesti kann koblast uppí Sandoyartunnilin mitt á fjørðinum. Hetta er heilt vist nakað, sum býráðið fer at taka upp og arbeiða fyri, segði Heðin Mortensen.