Heðin Mortensen veit betri

Tølini hjá Heðini Mortensen, borg­ar­stjóra í Havn, hava onki við heildarveruleikan at gera. Í høvuðsstaðnum eru langt oman fyri 80 al­menn­ir stovnar við meiri enn 800 mió. krónum í løn­ar­út­gjaldingum, umframt alt annað virksemi, hetta gevur av sær.

Jógvan við Keldu
løgtingsmaður

Beint undan páskum hevði Heðin Mortensen, borg­ar­stjóri grein undir heitinum, »Ein hjálpandi hond til Jógv­an við Keldu«, har hann skeikl­ar fatanina av lands- og ríkisalmennu rakstrar- og íløguútreiðslunum, sum í høvuðsheitum bæði bein­leið­is og óbeinleiðis í størst­an mun fíggja rakstur og íløgur í høvuðsstaðnum. Hann nevn­ir bara fá endatøl, sum eru úr blokkstuðlinum: Ser­forsorg, pensjónir og sjúkr­a­húsverkið. Heðin Mortensen veit fullvæl, at hetta er uttan hald í veruleikanum.
Orsøkin til, at við­mer­k­ing­ar­nar ikki koma fyrr enn nú, er, at so stutt var til páskir, og tí helt eg, at páskafriðurin átti at havast í huga.
Danski blokkstuðulin er 615 mió. krónur, umframt 231 mió. krónur í rakstrar- og løguútreiðslum av rík­is­goldn­um stovnum í Før­oyum. Harafturat eru krígs­pen­sjónir og annað komið. Samlaða upphæddin, sum kem­ur til landið úr danska rík­is­kass­a­num, er sostatt til­sam­ans 947 mió krónur.
­Vanliga havi eg ikki ser­stakt hongt meg í danska blokk­stuðulin, men í heildarinn-tøk­ur­nar. Føroyskar og dansk­ar, og hvussu og hvar hes­ar almennu upphæddir fella aftur í lønum og øðrum rakstri.
Tí fari eg at vísa á, sum Heðin Mortensen veit betur enn nakar annar, at langt yv­ir 80 almennir stovnar und­ir landinum liggja í høv­uðs­staðnum við meiri enn 800 mió. krónum í útgoldnum løn­um. Hesar geva aftur minst 160 mió. krónur í bein­leið­is kommunuskatti.
Upp í hetta eru ikki tald­ar lønir til fólkaskúlan, røkt­ar­heim, skip hjá fiskiveiðueftir-lit­i­num ella tól hjá SSL, løn­ir hjá donskum- ella norð­ur­lendskum stovnum o.s.fr.
Heldur ikki tær vørur, sum verða framleiddar úti um landið og avskipaðar til útflut-nings og vanliga fara yvir bryggjukant hjá Tórshavnar Havn, og so­leið­is í stóran mun gera, at av­lopið hjá Tórshavnar Havn ligg­ur um 25 mió. krónur ár­liga, meðan aðrar havnir í Før­oyum lítið og einki geva í avlopi.
Eisini eiga vit at hava í huga, at lands- og rík­is­al­mennir stovnar í høv­uðs­stað­num byggja út, byggja nýtt og umvæla fyri yvir 100 mió. krónur um árið.
Umframt hetta vaksa mongu tænastufyritøkurnar utt­an um almennu stovnarnir, sum jú eru stórforbrúkarar av almennum, keyptum tæn­ast­­um.
Við at uppbyggja meiri sterk, fjøltáttaði og sam­an­løgd øki úti um landið, har breiddin av fyritøkum og átøkum eru neyðug, har sam­fel­ags­bygnaðurin er sam­ansettur, vinna, mentan, heilsu- og almannaverk og útbúgving, o.s.fr., er eitt dømi økið Klaksvík/Kambs­dalur. Tá fært tú samfeldan dyn­a­mikk, sum tænir øllum land­inum.
At miðsavna í økir gev­ur eina meining, men at miðsavna alt í eitt ein­stakt øki, ger av við all­an dynamikk. Hetta er vís­und­a­liga prógvað.
Tað kann eisini tykjast løg­ið, at politikarar í Suð­ur­streymi geva ilt av sær, bara tí, einir tríggir av yvir 80 almennum stovnum eru lagdir til Miðvágs og Tvør­oyrar.
Nei, Heðin Mortensen, gev mær eina »hjálpandi hond« við at flyta stovnar, har teir nátúrliga hoyra heima og geva ein dyggari dynamikk sam­felagsliga. Tá fáa vit eitt yvirorðnað sterkt samfelag og ikki sum nú eina linliga menning.
Her verður bæði neyð­ugt við samaløgdum sterk­um økjum, útflyting av al­menn­um stovnum og útjavning av skattakrónunum. Tá­st­aðni fæst eitt visjónsríkt sam­felag.
So tølini hjá Heðini Mort­en­sen eru burturvið og onki høpi í. Tað veit hann eisini sjálvur. Eitt danskt orðatak sig­ur, at: »Den der fortier, lyv­er også«!