Í Hólmanum á Eiði hittast seinnapartin tvey lið, sum úrslitaliga eru í aldudalinum.
EB/Streymur hevur ikki vunnið síðani 17. juni, tá ið tað á heimavølli ímóti 07 Vestur endaði við 2-1 sigri. Síðani tá hava Heðin Askham og teir í Sundalagnum spælt sjey ferðir. Úrtøkan er tvey stig og málmunurin 5-17.
Ein av hesum dystunum var í Sarpugerði, har tað endaði við 3-1 heimasigri. Fyrri dysturin í Hólmanum millum hesi bæði liðini var 15. apríl. Tá var úrslitið 1-1.
Fyrstu umførini, eftir at Sigfríður Clementsen tók um stýrisvølin í Sarpugerði, gekk væl. Men nú er longri millum sigrarnar.
Víkingur hevur ikki vunnið síðani 12. august. Tá endaði grannauppgerðin á Skála 2-0 til Víking. Síðani hevur Víkingur tapt á heimavølli ímóti 07 Vestur og Suðringum og spælt javnt í Klaksvík.
Heðin Hansen er ikki tøkur hjá Víkingi.
Hjá Heðini Askham er listin langur við spælarum, sum ikki eru tøkir ídag. Merkisvert er tað, at tríggir spælarar ikki eru tøkir, tí teir hava brotið fótin – Leif Niclasen, Rói H. Olsen og Fríði K. Johansen.
Miðverjin Oddur Á. Højgaard er um at vera tøkur aftur eftir langan skaðasteðg. Tað er ivasamt, um miðverjin Andras Olsen og álopsveteranurin Arnbjørn Hansen eru førir fyri at spæla ídag. Teir dragast við skaðar.