Heðin Samuelsen farin av Shell

Hósdagin í seinastu viku var móttøka á Shell í samband við, at Heðin Samuelsen bæði hevði 20 ára starvsdag og sín seinasta starvsdag. Heðin gjørdist nevniliga 67 ár seinasta heyst, og hevði eftirlíkað at halda áfram til nú.

Starvið hjá Heðin hevur sambært telefonbókina verið ”bunkertraderi”, og hetta merkir, at tað er hann, sum hevur skipað fyri avgreiðsluni av olju til skipini.

Heðin hevur frammundan millum annað starvast á Skipafelagnum og á Líknngarráðnum, og hansara seinasta arbeiðspláss var so Shell.

Tað vóru fleiri røður hildnar fyri Heðin. Millum annað av Hákun Djurhuus, fráfarandi stjóra, og Erlingi í Liða, marknaðaleiðara á Shell. Heðin hevur havt nógv við skip at gera, og vegna tey hevði Sonni Johannesen orðið.

Ummælið, sum Heðin fekk frá øllum, var sera gott. Hann hevur verið ein framúr álitismaður. Tað hevur altíð verið møguligt hjá skipunum at fáa hendur á honum, um tað var dagur ella nátt, gerandis ella heilagt. Slíkt beinasemi skapar álit, sum man hava verið Shell til stóra nyttu.

Heðin hevur havt mong onnur áhugamál. Hann er trúgvur B36-ari. Hetta er í hvussu er hugaligt í ár, nú teir liggja so væl fyri í kappingini.

Hann hevur áhuga fyri samfelagsáhugamálum, og hann hevur eina greiða støðu í poltikki. Men tá Sosialurin er politiskt óheftur, lata vit hansara flokk liggja!!

Heðin er eisini áhugaður fyri søgu, og her hava vit báðir havt eina verkætlan saman.

Abbi Heðin, Nortan Nielsen, úr Sumba, var ein teirra, sum doyði við einum báti á Riddaranum í 1927. Í 2003 varð skipað fyri eini ferð út á Fagranes sunnanfyri Lamganes, har henda vanlukkan hendi. Samstundis var skipað fyri einum minningarhaldi í kirkjuni á Seyðisfirði. Hetta merkti eisini, at samlaða søgan um hesa vanlukku kom uppá prent í FF-blaðnum, og hava vit báðir tískil givið eitt íkast til okkara fiskimannasøgu.

Tað skal vera merkiligt, um vit ikki koma at frætta meira frá Heðin, eisini á hesum økinum.

Vit vóru við til samkomuna og hava nakrar myndir.

 

ó.