Heðin á ísbreytini!

Hanus Samró, Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin
----


Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, gevur í dag flatskattinum skyldina fyri, at familjur í høvuðsstaðnum ikki hava tað gott. Við Vágaportalin sigur hann, at “hóast kommunan hevur tað gott, so hava ikki allar familjur í kommununi tað gott, og tað er ein beinleiðis ávirkan av flatskattinum”.

Flatskattur
Tað er nokkso løgið, at borgarstjórin gevur flatskattinum skyldina, tí landsskatturin er progressivur. Inntøkur niðanfyri 500.000 kr. rinda 20% í landsskatti.
Millum 500.000-800.000 kr. 25%, meðan inntøkur omanfyri 800.000 kr. gjalda 30% í landsskatti.
Kommunuskatturin er harafturímóti púrasta flatur. Sama hvørja inntøku tú hevur, rindar tú omanfyri 20% í kommunuskatti.

Botnfrádrátturin
Verður síðani hugt eftir botnfrádráttinum, hevur samgongan hækkað botnfrádráttin úr 30.000 kr. til 65.000 kr. um árið.
Botnfrádrátturin hjá kommununi er harafturímóti 30.000 kr. Við øðrum orðum. Hevur tú eina inntøka á 65.000 kr., rindar tú 0 kr. í landsskatti, meðan kommunan fer avstað við umleið 7.5000 kr.

Av tí at kommunuskatturin er púrasta flatur, rinda lág-, miðal- og háinntøkurnar akkurát tað sama.

Tískil er tað mótsigandi, tá borgarstjórin sigur, at skatturin hjá samgonguni er orsøkin til, at familjur hava tað torført, tá kommunan hevur reinan flatskatt!

Um Heðin Mortensen ynskir at fjálga um familjurnar, hevur hann møguleikan at hækka botnfrádráttin. Ikki beinleiðis, tí løgtingið skal samtykkja tað, men um borgarstjórin ynskir at hækka botnfrádráttin úr 30.000 kr. til 65.000, skal hann siga til. So sleppa familjurnar at varðveita í minsta lagi 7.500 kr. afturat av inntøkuni.

Skal nokk stuðla honum.

Barnafrádráttur
Samgongan hevur harafturat hækkað barnafrádráttin við 1.000 kr. Úr 5.500 kr. til 6.500 kr. um árið. Tórshavnar kommmuna hevur somuleiðis hækkað barnafrádráttin. Í hesum førum fjálga bæði landið og kommunan um familjurnar.

Tískil er tað óheppið, tá borgarstjórin kemur við niðrandi útsøgnum, tí familjurnar sleppa at varðveita størri part av lønini við flatskattinum hjá ABDH-samgonguni. Flatskatturin hjá Heðini Mortensen verður harafturímóti nýttur øðrvísi, tí barnafamiljurnar njóta ágóðan av ísbreytini og annað. Sum borgari gjaldi eg fegin til Heðin, tí ísbreytin er tað besta, sum er hent í býnum. Tískil er útsøgnin óheppin. Óneyðug. Kann samanberast við, at Heðin skoytar uttan skoytur.
Øll vita, hvussu klossut tað er…