Heðin takkar fyri seg sum formaður

Í morgin verður nýggj politisk leiðsla vald fyri Kommunufelagið.

Eftir at Heðin Mortensen er farin úr borgarstjórasessinum í Tórshavnar Kommunu, ber heldur ikki til hjá honum at sita sum formaður í Føroya Kommunufelag.

 

Í kvøld skrivar Heðin Mortensen m.a. soleiðis á facebook-vanga sínum:

 

Í morgin verður nýggj politisk leiðsla vald fyri Kommunufelagið. Eg skal í hesum sambandi nýta høvið til at takka fyri tíðina í hesum spennandi og mennandi millumkommunala umhvørvi og ynskja nýggja formansskapinum blíðan byr og gott handalag.

 

Víðari skrivar Heðin Mortensen m.a.:

 

Tá ið eg gjørdist borgarstjóri í Tórshavnar kommunu fyri 12 árum síðani, fekk eg eisini sæti í stýrinum hjá táverandi Kommunusamskipan Føroya (KSF). Tá vóru tvey Kommunufeløg umframt KSF eisini Føroya Kommunufelag (FKF). Feløgini samstarvaðu um Kommunala arbeiðsgevararfelagið (KAF) og Barnaverdarstovu Føroya (BVS).

Í fleiri ár vóru samráðingar um at leggja kommunufeløgini saman í eitt felag. Sjálvur var eg partur av hesum samráðingum, serliga sum formaður í KSF árini 2007 til 2009 og aftur frá 2011 til 2013.

Størsta avbjóðingin var at finna ein hátt at skipa allar kommunurnar í eitt felag, har allar kendu seg at hava ein leiklut og ávirkan, ið sambært ymiskum eykennum tilkom teimum – antin tað var stødd, landafrøði ella søgulig rættindi í feløgunum.

Vit komu á mál við samanleggingartilgongdini á heysti í 2013, og nýggja Kommunufelagið varð skipað 1. januar 2014. Góða huglagið millum formansskapir og leiðslu, dugnaskapur og viljin hjá øllum til at røkka úrslitum gjørdi hetta møguligt.

Eingin ivi er um, at nú allar kommunur í Føroyum á fyrsta sinni nakrantíð eru savnaðar í einum felagsskapi, eru vit sterkari.

 

Á fb-vanga sínum heldur nú fyrrverandi borgarstjórin í havn fram:

 

Í morgin skal Kommunufelagið velja nýggjan formanskap, og seinni í ár skal nýggj nevnd veljast í KAF. Uttan mun til, hvør verður valdur, so eru avbjóðingarnar stórar. At halda saman um ein felagskap, sum skal rúma einum limaskara av kommunum við 40 íbugvum upp til kommunur við yvir 20.000 íbúgvum krevur tol, hegni og gott handalag. Men mest av øllum krevur tað virðing fyri kommunala stovninum sum fólkaræðislig eind.

 

......

 

Eg ynski við hesum felagnum blíðan byr komandi 4 árini. Eisini ynski eg komandi stýrinum og formanskapinum gott arbeiðslag og hepna hond.

At enda vil eg takka øllum samstarvsfeløgum í Kommunufelagnum fyri gott, gevandi og læruríkt samstarv hesi árini. Ikki minst vil eg takka øllum starvsfólkunum í felagnum fyri tað megnar arbeiðið tey støðugt fremja,  skrivar Heðin Mortensen at enda.