Heðin undrast yvir avgerðina

- Hetta kemur óvæntað á alt stýrið.


Tað sigur Heðin Zachariasen, formaður í stýrinum fyri VEKS-samstarvið og borgarstjóri í Sunda kommunu, aftaná at Vestmanna kommuna hevur heitt á Heilsu- og Innlendismálaráðið um at loysa kommununi úr samstarvinum við Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunu innan eldrarøktina og heimatænastuna.


Borgarstjórin í Vestmanna kommuna sigur, at samstarvið hevur verið gott millum kommunurnar, men at talan var um ein fíggjarligan spurning hjá kommununi. Heðin Zachariasen undrast tó yvir, at málið ikki er reist í stýrinum, um tað er ein trupulleiki.


- Vit hava hildið, at vit hava havt eitt rættiliga gott samstarv í stýrinum, men teir hava víst á trupulleikan við tí fíggjarliga partinum í samband við at eldraøkið bleiv flutt yvir á kommunurnar. Men tað hevur ongantíð verið sett á skrá í stýrinum, og orsøkin er, at um tað skal koma á skrá, so má tann, ið ynskir at broyta støðuna, taka stig til tað. Tað er aldrin gjørt.


Formaðurin í stýrinum sigur, at um so er, at Vestmanna kommuna fær loyvi at fara úr samstarvinum, so fer tað ikki at hava nakra sum helst ávirkan á VEKS-samstarvið.


- Tað ávirkar einki. Vit hava í dag eitt samstarv, ið er undirskrivað av øllum fýra kommunum og er góðkent av Almanna- og Heilsumálaráðnum, og tað er tað, ið er galdandi. So leingi vit ikki fáa boð um nakað annað so koyrir tað púra óbroytt.


- Samstarvið millum kommunurnar er eitt greitt samstarv, ið er uppsett eftir greiðum treytum og karmum, ið løgtingið hevur samtykt, tá eldraøkið bleiv lagt út til kommunurnar. Tá lóggivið varð, at eldraøkið skuldi leggjast út, tá varð eisini lóggivið hvussu økið skuldi skipast. Samstarvsavtalan, ið vit hava, er greitt gjørd út frá tí, ið var samtykt í løgtinginum. Harímillum er eisini fíggjarligi leisturin.