Heðin Askham boðaði undan kappingarárinum frá, at hann tók eitt ár frí frá fótbólti. Í summar kláraði hann ikki at halda sær meir, og tók við sum venjari hjá NSÍ. Úrslitini hava verið góð og partarnir eru sinnaðir at leingja samstarvið.
- Eg eri áhugaður at halda fram í NSÍ og felagið ynskir eisini at leingja samstarvið. Eg skal fyrst fáa greiðu á nøkur viðurskiftum viðvíkjandi arbeiði, men eg eri sinnaður at halda fram. Vit avtalaðu at tosa saman, tá kappingarárið kom at enda. Tað avtaluna haldi eg meg til, sigur Heðin Askham.
Heðin Askham hevur verið settur í samband við millum annað HB, men tað tykist ikki blíva til nakað á hesum sinni.
Heðin Askham er eisini U21 landsliðsvenjari saman við Bill M. Jacobsen. U21 landsliðið skal 15. oktober spæla móti Týsklandi á útivølli. Landsliðið fer av landinum leygardagin.