Heðin Askham og Bill M. Jacobsen eiga nøkur av størstu úrslitunum hjá føroyskum ungdómsfótbólti sum venjarar hjá U21-landsliðnum. Nú eru teir aftur eitt venjarapar. Hesa ferð í FC Hoyvík.
- FC Hoyvík fegnast um, at felagið hevur gjørt avtalu við roynda venjaran Heðin Askham, sum nú legst afturat venjaratoyminum hjá 1. deild monnum sum hjálparvenjari saman við Bill McLeod Jacobsen, høvuðsvenjara, skrivar FC Hoyvík og leggur afturat:
- Júst teir báðir í sama venjaratoymi eru ikki hvørjir sum helst í føroyskum fótbólti, tí umframt drúgvar royndir aðrastaðni frá arbeiddu teir árini 2006-2014 saman á føroysku U19 og U21 landsliðunum hjá dreingjum, har teir fingu nógv góð úrslit. Millum annað bestu stigaúrtøku nakrantíð.
- Drúgvu royndir teirra við bæði ungdómi og vaksnum hava stóran týdning í Hoyvík, her ein av stóru uppgávunum er at byggja brýr millum ungdóms- og vaksnamannafótbóltin í felagnum.
Sum høvuðsvenjari hjá EB/Streymi vann Heðin Askham føroyameistaraheitið í 2012 og var steypavinnari í 2010 og 2011. Umframt hetta hevur hann vant fleiri feløg í bestu deildini.