- Vit halda tað hava stóran týdning at hava eina effektiva kapping á føroyska fjarskiftismarknaðinum, og at allir veitarar uppliva, at teir hava somu atgongd til netið hjá FT NET og øðrum veitarum. Nevndin í Føroya Tele hevur í dag gjørt av at skipa eitt óheft ráð fyri javnbjóðis atgongd, sum hevur atgongd til neyðugar innanhýsis upplýsingar hjá Føroya Tele um prísáseting og atgongd til netið.
- Ráðið skal tryggja, at allir fjarskiftisveitarar framvegis fáa javnbjóðis atgongd til net-skipanirnar, sum hoyra til FT Net, sigur Føroya Tele.
Ein nýggj fjarskiftislóg er ávegis.
- Fram móti samtyktini av hesari lóggávu skal metast um, hvørt nýggja loysnin virkar nøktandi. Nýggja ráðið fyri javnbjóðis atgongd svarar til samsvarandi loysnir í øðrum londum, eitt nú í Bretlandi og Svøríki, sigur Føroya Tele.
Trý fólk sita í ráðnum fyri javnbjóðis atgongd, har landsstýrið velur meirilutan. Fólkini, sum landsstýrið velur í ráðið, skulu vera óheft av øllum fjarskiftisveitarum, og skulu ávikavist vera roknskaparkøn og hava fjarskiftisførleika.
Føroya Tele velur triðja fólkið í nevndina.