Hóast tað er summar hesa ársins tíð í avstralska høvuðsstaðnum Canberra, líktist býurin mest einum norðurevropeiskum ella norðuramerikonskum búi í gjár. Alt í einum kom eitt grovt heglingsæl inn yvir býin, og eftir einari løtu lógu allar gøturnar undir í stórum heglingi. Veðurmenninir siga, at heglingurin stavaði frá illveðri við avstralsku eysturstrondina. Í Sidney fingu tey eisini sviðan av illveðrinum. Har var tað kortini ikki kavi, sum ørkymlaði fólk, men torusláttur og grimdarregn.