Heiðabáturin er besta 8-mannafarið í ár. Tað er eingin ivi um tað. Harvið er tað ikki nakar spurningur, hvør verður meistari, og tað er heldur ikki nakar spurningur, nær Heiðabáturin fer at tryggja sær FM heitið. Tað ger hann á Vestanstevnu í Miðvági leygardagin.
Hesa ferð skræddi Heiðabáturin seg framum næstu kappingarneytarnar beinanvegin, og so stýrdu teir umborð á gula bátinum róðrinum.
Undan Fjarðastevnu var Agjabáturin best fyri í kappingini um silvurmerkini. Leygardagin vóru teir aftan fyri Árnfirðingin, og eisini í startinum vóru teir somikið seinir, at teir fingu gult korti fyri at vera ov seinir.
Árnfirðingur leyp fyrstur avstað. Eftir at guli báturin hevði tikið grøna Árnfirðingin, megnaðu teir úr Árnafirði at halda tørn um næstfremsta plássið. Árnfirðingur lá á lærinum á Heiðabátinum, tá ið bátarnir fóru um málið, og Árnfiriðingur var leysur av Argjabátinum, sum var skutin frammanfyri Kvívíkingin.
Árnfirðingur er við hesum eitt stig framman fyri Argjabátin í kappingini um silvurið.