Í dag fyllir Margreta drotning 81 ár, men eins og í fjør forðar koronufarsóttin hátíðarhaldinum.
Hon fer tí ikki út á svalan á Amalienborg, tá vaktarskifitið verður á nú á middegi.
Tað ber heldur til at møta upp við Det Gule Palæ við Amalienborg at skriva henni eina heilsan, upplýsir kongshúsið.
Men tað ber til at senda henni eina talgilda heilsan.
Á heimasíðuni kongenuset.dk er gjørt ein talgild síða til heilsanir, har til ber at skriva drotningini eina privata heilsan.
Ein teirra, sum hevur gjørt sær dælt av møguleikanum, er Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, sum skrivar:
»Stort og hjerteligt tillykke til Hendes Majestæt Dronning Margrethe med de 81 år. Selv om vi igen må fejre vores dronning hver for sig, så er jeg sikker på, at folk i både danske, færøske og grønlandske hjem vifter med flaget og ønsker tillykke«
Eisini Københavns Politi hevur skrivað henni eina heilsan:
»Vi vil gerne ønske Hendes Majestæt Dronning Margrethe et stort tillykke med fødselsdagen«.
Drotningin fer eins og í fjør at halda dagin á Fredensborg Slotti, har føðingardagurin verður hildin privat. Tað er tí einki hátíðarhald á Amalienborg Slotsplads í ár.
– Vegna støðuni við covid-19 er okkara áheitan, at vit senda talgildar heilsanir til H. M. Dronning Margrethe og ikki savnast á Amalienborg Slotsplas, haðani tað altso ikki ber til at heilsa henni í dag, skrivar løgreglan.
Men tað ber til at hoyra hana í útvarpi.
Í sambandi við 81 ára dagin verður drotningin við í útvarpssendigini »Klog på sprog« á útvarpsrásini hjá DR, P1.
Har fer drotningin millum annað at greiða frá, at hon setur heiður í at finna nýggjar hættir at málbera seg.
/ritzau/
<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/post.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Fmettefrederiksen.dk%2Fphotos%2Fa.175998657718%2F10159039370262719%2F&width=500&show_text=true&height=691&appId" width="500" height="691" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowfullscreen="true" allow="autoplay; clipboard-write; encrypted-media; picture-in-picture; web-share"></iframe>