- Heiðursmerki skulu vit hava

Venjarin hjá kvinnulandsliðnum í flogbólti, Niclas Joensen, dylur ikki fyri, at leikararnir á landsliðnum vilja gera alt fyri at betra um triðja plássið frá seinastu oyggjaleikum

? Hóast tað sjálvandi er trupult at siga framman-undan, so er ætlanin greið. Vit fara til Gotlands við tí málsetningi at fáa eitt betri

úrslit enn triðja plássið, vit fingu seinast.

Orðini eigur venjarin hjá kvinnulandsliðnum í flogbólti, Niclas Joensen.

Og hóast tað altíð er torført at spáa um framtíðina, so er tað kortini ikki uttan grund, at venjarin er so bjartskygdur.

Føroyska kvinnulandsliðið hevur nevniliga gjørt tað til eina traditión at fáa heiðursmerki á oyggjaleikunum.

Seinast endaði liðið á triðja plássi, og tað er hetta sum leikarar og venjari fegin vilja býta um við eitt av »betri slag« so at siga. Um tað so fer at eydnast er tað eingin sum veit, men vit kunnu siga so mikið sum, at leikarar og venjari hava gjørt sítt ítarsta fyri at vera so væl fyri til hesar leikirnar sum gjørligt


Kappingin hørð

Flogbóltskappingin á leikunum hevur altíð verið ógvuliga jøvn og spennandi, og tekin eru um, at kappingin í ár ikki verður nakað undantak í so máta.

Áland og Saaremaa og Føroyar hava kappast um bestu plássini, men hinar oyggjarnar hava givið teimum skarpan gang.

Nú eru so útlit til at kappingin gerst enn harðari.

Nýggjar oyggjar, sum ikki hava verið við fyrr eru við hesaferð. Cayman Islands er ein teirra, og hóast Niclas Joensen ikki kennir nakað til teirra, so er hann ikki serliga fegin um at hitta tær í innleiðandi umfarinum.

? Tað sigst at tey duga væl at spæla flogbólt á Cayman Islands, men so mugu vit bara vera so mikið betri fyrireikað til dystin móti teimum, sigur Niclas Joensen, sum leggur afturat, at tað kortini er dysturin móti Álandi, sum í hansara hugaheimi hevur meiri at siga.

? Tær kenna vit, og vit vita, at tær eru sterkar. Men tað er okkara lið eisini, og tí skuldi verið møguligt at vunnið á teimum, sigur Niclas bjartskygdur.


Liðið er sera væl fyri

Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti, sum fer til Gotlands fríggjamorgunin er sera væl fyri.

Liðið er sett saman av nøkrum av teimum mest royndu leikarunum, sum spæla her heima, umframt nøkrum leikarum, sum leika í bestu flogbóltsdeildini í Danmark.

? Leikararnir á okkara liði eru stórir. Miðalhæddin er um 180 sentimetrar og tað kann koma at geva okkum nakrar fyrimunir í spælinum, sigur Niclas Joensen.

? Eitt annað er, at spælararnir, sum eru við nú, hava fleiri royndir enn seinast, og tað hevur eisini ótrúliga nógv at siga tá á stendur, sigur venjarin.


Vant sera nógv

Tað sigur seg sjálvt, at tá farið verður til eina so stóra kapping, so ræður um at vera væl fyrireikaður.

Umstøðurnar at spæla á Gotlandi eru øðrvísi enn heima, men tað góðtaka leikararnir. So má bara gerast so mikið meira við venjing í staðin, og tað er júst tað. leikararnir hava gjørt.

? Vit hava vant sera miðvíst. Síðani heimliga kappingin endaði, hava vit brúkt um 120 tímar til venjing, og tað sigur ikki so lítið. Einasti trupulleikin er, at tað er torført at fáa venjingardystir um hesa tíðina, tí tað eru fleiri mánaðir síðani hinir flogbóltsleikararnir fóru í summarfrí.

? Skulu vit sammeta okkum við fótbólt, so hevði landsliðið skula til dyst í desember ella januar fyri at vera í somu støðu, sum vit eru í í dag, sigur Niclas, sum tó hevur fingið fleiri dystir kortini.

? Mansunglingalandsliðið hevur spælt nakrar dystir móti okkum, og tí hava vit fingið leikvenjing eisini. Manslandsliðið er sera væl fyri, og hevur givið okkum góðar arbeiðsumstøður, sigur Niclas Joensen.


Nakrir skaðar

Sum vera man, tá so nógv verður vant, so er vandi fyri skaðum og soleiðis er eisini á kvinnulandsliðnum.

Hjørdis Mortensen fekk ein lærskaða tá vant varð seinast, og umframt hana hava bæði Anna Dalsgarð, Rúna Hentze, Juanna Joensen og Gudrid Nolsøe havt skaðar at dragast við.

Men venjarin hevur kortini góðar vónir um at tær allar vera klárar, tá kappingin á Gotlandi fer av bakkastokki.

? Tað verður arbeitt av almakt fyri at fáa tær klárar til kappingina, og eg haldi tað gongur framá hjá teimum øllum, sigur hann at enda.

Og so er bara at vóna, at hann hevur rætt ? venjarin hjá flogbóltskvinnunum. Spennandi verður í øllum førum at síggja, um tað enn

einaferð skal eydnast kvinnunum at vinna Føroyum eitt oyggjaleikaheiðursmerki.