? Tað skal eingin ivi vera um, at hetta er besti bilur eg nakrantíð havi havt, sigur Høgni Simonsen, sum nú um dagarnar varð heiðraður við skjali frá Mercedez-verksmiðjuni fyri at hava koyrt 500.000 km við sama bili, sama motori og sama gearkassa.
Ivan Johansen, bilasølumaður sigur, at Mercedez verksmiðjan leggur sera stóran dent á, at bilarnir, ið teir gera, eru so góðir, sum yvirhøvur til ber.
? Tí hava teir eisini so stóran áhuga at frætta, hvørja ferð bilur rundar eitthvørt stórt tal, so sum teir 500.000 km sum bilurin hjá Høgna Simonsen hevur rundað.
Høgni Simonsen hevur koyrt hýruvogn í Havn tey seinastu 24 árini út í eitt. Hann sigur, at hetta er fyrsti Mercedez, hann hevur havt, men at hetta er tann bilurin, sum hevur roynst best. Bilurin verður í apríl 11 ára gamal, og so leingi hevur Høgni Simonsen ongantíð áður havt nakran bil.
Í 50?unum og 60?unum koyrdi Høgni Simonsen eisini í fleiri skiftum hýruvogn í Havn, men tá vóru viðurskiftini nógv øðrvísi. Tá vóru ikki so langir avstandi og tá vóru heldur ikki so nógvir privatbilar. Men tað var ikki fyrr enn fyrrapartin í 70?unum, at Høgni Simonsen burtur av fór at koyra taxa, og tað hevur sína orsøk, sigur hann.
? Tú skalt vera eitt sindur gamal fyri at koyra taxa, tað er ikki nakað fyri ungar menn, heldur hann.
Í dag eru umleið 50 hýruvognar í Havn, og tað er ójavnt, hvussu nógv er at gera.
? Tað má vera eitt ávíst tal av bilum, fyri at røkja koyringina, sigur Høgni Simonsen, tí fólk vilja ikki bíða ov leingi eftir bili. Mesta koyringin er tó fríggjakvøld og leygarkvøld um 7-8 tíðina og so aftur seinni á kvøldið og um náttina.
Vanligar nætur eru tveir bilar á vakt.
Høgni Simonsen koyri fyri bilstøðina AUTO, sum hósdagin fylti 45 ár