Heili 39 U8-lið í Kollafirði

Leygardagin verður stór U8-kapping í hondbólti í ítróttarhøllini í Kollafirði, har ikki færri enn 39 lið verða við, 15 gentulið og 24 dreingjalið.

Feløgini, sum senda lið til kappingina í Kollafirði, eru EB, KÍF, Kyndil, SÍF/Søljan, StÍF, H71, Team Klaksvík, VÍF og ÍA.

Flestu lið eru komin í teir bólkar, ynski var um, men í onkrum førum eru flutt upp og niður, so tað skuldi bera til at hava millum seks og átta lið í hvørjum bólki.

Tilsamans eru bólkarnir seks í tali, og lagt verður til brots klokkan níggju um morgunin. Hvør bólkur tekur umleið ein tíma, og kappingin er liðug seinnapartin um fimm-tíðina.