Vinna
Saltangará:
Partafelagið FJM í Runavík hevur keypt stóra bygningin hjá Eysturoyar Heilsølu. Ætlanin er at flyta alt smiðjuvirksemið hjá felagnum undir eitt tak.
FJM húsast í løtuni í tveimum bygningum í kommununi, og tað er ikki serliga arbeiðsligt, sigur Fritleif Olsen, stjóri. Við síðuna av nýggja bygninginum hjá fyritøkuni á Rituvíkarhálsi, eigur FJM eitt grundstykki, har ætlanin va at byggja á, soleiðis at alt virksemið kundi savnast har.
?Men nú hendan loysnin er fingin, verður væntandi selt á Rituvíkarhálsi. Eingin avtala er gjørd enn, sigur Fritleif Olsen, men onkrar samrøður hava verið.
?Heilsølubygningurin er sum eitt dreymahús fyri okkum, sigur ein vælnøgdur smiðjustjóri. Bygningurin er meira enn 1.000 fermetrar størri enn teir báðir bygningarnir, ið vit í dag hava, eru tilsamans. So er hann eisini býttur upp í so nógv rúm, at vit kunnu hava alt okkara ymiska virksemið sundurskilt. Montering, el-arbeiði, maskinhøll og alt, sum nú er. Tað fer eisini at gera arbeiðið nógv lættari, tá alt er undir einum taki.
At bygningurin liggur á havnarlagnum er upp aftur ein fyrimunur, sigur Fritleif Olsen. Tað er har, hann helst vil vera, tí mesta virksemið er í samband við sjóvinnuna, sigur hann.
Hann er sera glaður fyri hesa loysnina, tí tað á hendan hátt varð nógv skjótari at fáa alt virksemið savnað.
?Sjálvandi er okkurt smávegis, sum skal broytast, men tað tekur onga tíð soleiðis, sigur hann. Yvirtøkudagurin er 1. december, og so verður farið í gongd beinanveg.
Serliga leggur hann dent á, at starvsfólkaviðurskiftini skulu vera góð. Tað arbeiða í løtuni umleið 35 mans hjá FJM, og teir krevja meira, enn tey gjørdu í Heilsøluni, tí har var nógv minni fólk.
Fritleif Olsen sigur seg hava góðar vónir, nú flutt verður. Tað kostar sjálvandi nakað, viðgongur hann, men vil kortini ikki siga, hvør prísurin fyri bygningin er.